Jólini komu tíðliga í ár! Jóhan Troest Davidsen komin heim til NSÍ.

0

Jóhan Troest Davidsen hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við NSÍ. Jóhan hevur seinastu 6 árini leikt fyri HB, men nú vendir hann heim aftur til barndómsfelagið NSÍ. Jóhan hevur leikt 254 dystir í Effo-deildini, 27 í steypakappingini, 17 dystir í Evropa Cup og Champions Leage, umframt tað hevur hann eisni verði partur av 35 dystum á A-landsliðnum fyri Føroyar.

 

Jóhan er ein sera royndur leikari, og kemur hann at styrkja um NSÍ liðið munandi. Leingi hava fólk ynskt at fáa Jóhan aftur í tað gulu blusina, og nú er tað so ein veruleiki. Jóhan hevur valt at venda heim til NSí, og gleða vit okkum at síggja hann aftur á vøllinum við Løkin.

 

Vælkomin heim Jóhan, og tillukku við sáttmálanum, og allar bestu eydnu í tí gulu blusini.

 

Share.

Skriv et svar