|

Takk fyri tíðina í NSÍ Eliesar Olsen

NSÍ vil hervið takka Eliesar Olsen fyri tíðina í NSÍ. Eliesar hevur sum øllum kunnugt verið hjálparvenjari hjá NSÍ, og greitt er at hettar samstarvið er liðugt. Eliesar hevur verið við til at stuðla og hjálpt liðnum, og eru vit í NSÍ takksom fyri arbeiði, sum Eliesar hevur gjørt.

Vit vilja takka Eliesar fyri tíðina í felaginum, og ynskja honum bestu eydnu víðari.

Líknandi tíðindi