Karstin Hansen hevur longt sáttmálan við NSÍ
Karstin Hansen hevur longt sáttmálan við NSÍ, tvs at sáttmálin er galdandi til 2020.
Karstin hevur í ár alvorliga havt sítt gjógnumbrot í føroyskum fótbólti, har hann avloysti Símin Rógva av á Effo liðnum hjá NSÍ, og samstundis vann sær fast pláss á U21 landsliðnum hjá Føroyum. Karstin kláraði seg væl fyri NSÍ, og var eisini ein tryggur aftasti skansi á føroyska U21 landsliðnum.
Karstin er avgjørt ein framtíðar málmaður í føroyskum fótbólti, og eru vit øll fegin um at hann nú hevur longt sáttmálan við NSÍ.
Vit ynskja Karstin tillukku við sáttmálanum, og alla bestu eydnu fyri NSÍ 🙂