Andras Gango skriva undir við NSÍ.

0

Andras Gango hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Andras hevur fyrr umboða NSÍ (kappingarárini 2010, 2011 og 2014, 2015), men hevur seinastu 2 árini spælt fyri Skála. Nú hevur Andras Gango so valt at venda heim aftur til NSÍ, og ynskir hann at taka kappingina upp við Símin Rógva í málinum. Andras Gango hevur avgjørt verið ein at stuðulsleikaranum á Skála liðnum seinastu 2 árini.

Andras Gango býr í Runavík saman við unnustuni Lailu, og saman hava tey børnini Jóhan og Anna Sofía. So Andras Gango er blivin ein lokalur leikari, tískil er tað gleðiligt at hann nú vendir heim til NSÍ.

NSÍ hevur nú tryggja sær góðar málmenn, sum avgjørt koma at styrkja og hjálpa hvørjum øðrum ígjógnum kappingina. Hettar er avgjørt gott fyri liðið og felagið.

Tað er gleðiligt at síggja Andras Gango aftur í NSÍ búnanum, og ynskja vit honum vælaftur komnan til NSÍ.

Share.

Skriv et svar