So byrjar Betri deildin.
Sunnudagin kl 15.00 er so fyrsti dystur í hesum kappingarárinum. NSÍ skal spæla á útvølli ímóti TB/FCS/Royn.
Vónandi verða tað fleiri ákoðarar sum fara til Suðuroyðar at stuðla NSÍ hendan dystin. Vonirnar eru góðar, og menn eru spentir at koma í gongd við kappingarárið.
Smyril siglur kl 11.00 úr Tórshavn sunnudagin, og av Drelnesi kl 17.30 til Tórshavn.
Koyr á dreingir.
Saman standa vit sterk.