Stórdystur við Løkin leygardagin kl 16.00

Leygardagin kl 16.00 er so fyrsti heimadystur hjá NSÍ. Mótsøðan er FM-kandidaturin úr Klaksvík. Dystirnir ímillum NSÍ og KÍ eru sum oftast sera undirhaldandi og spennandi.

Leygardagin er tørvur á øllum góðum stuðlum, ung sum eldri. So vónandi møta nógvir NSÍ fjepparar upp til dystin, so at okkara menn veruliga merkja uppbakning frá fjøldini við Løkin.

Annars er vert at hava í huga, at fleiri tiltøk eru leygardagin, ímillum annað er fimileika framsýning í Bylgjuni, so tað er nokk skilagott at fara heldur fyrr frá húsum. Tað verður nokk trongt við parkering kring vøllin, men vit kunnu vísa á parkering við skúlan við Løkin, Barnagarðin á Mýrunum osv. Um veðriÐ er gott, so ber eisini til at ganga oman á vøllin 🙂

 

Møti fjølment til ársins heimadyst, og lati okkum hoyrast kring vøllin, og stuðla okkara dreingjum!

 

Koyr á NSÍ, SAMAN STANDA VIT STERK!

Líknandi tíðindi