Taptu 1-0 ímóti KÍ

Leygardagin taptu vit tíverri 1-0 á heimavølli ímóti KÍ. Talan var um ein sera tættan dyst, við fáum málmøguleikum. KÍ legði seg á odda 1-0 longu eftir ca 8 min,tá Jóanes Bjartalíð slapp ótarnaður at stúta bóltin í málið.

Annars er at siga um dystin at hann var sera javnur, og vóru NSÍ eitt sindur hepnir, so kundi møguliga ein javnleikur spurts búrturúr. Men málini telja, og KÍ skoraði 1 meira enn NSÍ.

Nú er bara at gloyma hendan dystin, tað eru framvegis 75 stig eftir at spæla um. 2 Páskadag møtir NSÍ Víkingi í Gøtu, so tá ber til at reisa seg aftur.

Vit geva ikki upp, og koyra á víðari. Koyr á NSÍ.

 

Saman standa vit sterk!

 

 

Líknandi tíðindi