Lutakast um Løgmansteypið. NSÍ møtir AB
Í kvøld var so lutakast um fyrsta umfar í kappingina um Løgmansteypið. NSÍ møtir AB á heimavølli tann 25 apríl.
Í kvøld var so lutakast um fyrsta umfar í kappingina um Løgmansteypið. NSÍ møtir AB á heimavølli tann 25 apríl.
NSÍ-HB 1-0 (1-0) NSÍ vann í dag á heimavølli ímóti HB. Málið kom longu í 12. minutti, tá Árni Frederiksberg legði væl innfyri úr vinstru, og Klæmint A. Olsen hegnisliga lyfti uppum Teit í HB-málinum. NSÍ hevði møguleikar til at leggja seg á odda 2-0, og HB hevði eisini onkra roynd í fyrra hálvleiki. Fortreytirnar broyttust eitt…
Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Tummas Petur Thomassen. Navn? Tummas Petur Thomassen Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar? Ja, við síðuna av Jonleif uppi á vesinum. Spældi tú sjálvur, og hvar? Ikki síðani smádreingir. Eg havi roynt at spælt bæði við HB og B36….
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 19.00 [poll id=”109″]
NSÍ hevur skrivað undir sáttmála við Hugues Naponick Nanmi úr Kamerun. 27-ára gamli Hugues spælir vanliga í miðverjuni. Hann hevur roynt seg m.a. í Hong Kong og Indonesia. Í løtuni er hann knýttur at felagnum Persikabo Bogor í næstbestu deildini í Indonesia. Spennandi verður at síggja dygdirnar hjá Hugues við Løkin.
Tit hava valt Helga til dagsins man í 1-0 dystinum móti 07 Vestur seinasta mikukvøld. Helgi,sum spældi í miðverjuni, var eyðsýndur í dystinum. Hann hevði avgerandi taklingar, bjargaði á strikuni og mundi skorað í hinum endanum. Hann fekk 46 % (54 atkv.) av teimum íalt 117 givnu atkvøðunum. Klæmint, sum skoraði einasta málið í dystinum,…
NSÍ vann ársins fyrsta dyst 1-0 á grannunum B68 við Løkin í dag. Klæmint skorðaði einsamalla málið við brotssparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Nokkso fitt av fólki hevði leita sær til dyst í dag, hóast veðrið at síggja til var vánaligt. Nógvur vindur var av vestri og darvaði hetta spælinum nakað – serliga var tað…