Jens Martin Knudsen ger comeback!

0

’Málið er at fáa onkran minutt á besta liðnum’, sigur málmanslegendan, sum tó væntar at byrja við næstbesta liðnum, har hann eisini er venjari. Talan er um ein sáttmála, ið er galdandi hetta kappingarárið.

Jens Martin heldur, at hetta samstundis er ein frálíkur møguleiki at fáa góðar venjingar hjá málmonnunum, nú NSÍ hevur sáttmála við fimm málmenn.

Bagge gleðist um nýggja sáttmálan, og hann vissar fjeppararnar um, at tann málmaðurin, sum ger tað best til venjing, hann stendur í mál. ‘Eg plagi ikki at hyggja eftir føðibrævinum, tá eg seti liðið, so tað kann gott vera, at vit síggja Jens Martin í málinum á betri-liðnum um nakrar vikur’, sigur Bagge við heimasíðuna.

Næsti dysturin verður í Gøtu í morgin kl 17.00, men Jens Martin er ikki við í hópinum hesaferð.

Share.

Skriv et svar