Oddfríður Gaardbo 50 ár

0

Fyrrverandi mið- & verjuskansin hjá NSÍ, Oddfríður Gaardbo, verður 50 ár í dag.

Oddfríður Gaardbo var ógvuliga drúgvur í miðverjuni og á miðjuni á besta liðnum hjá NSÍ í 80-unum og 90-unum.

Hann umboðaði bara NSÍ, og tað gjørdi hann ikki færri enn 213 ferðir í øllum kappingum. Hóast hann ofta hevði verjukendan leiklut á liðnum, so skoraði hann heili 17 mál fyri felagið.

Oddfríður Gaardbo er enn aktivur í felagnum, og tað hevur ógvuliga stóran týdning fyri felagið, at eisini fyrrverandi leikarar taka eitt tørn fyri felagið. Hann hevur verið í starvsnevndini hjá NSÍ í nøkur ár, og í løtuni er hann næstformaður. Hartil tekur hann enn gaggurnar fram, tá hugnaligu Old Boys-kappingarnar eru á skránni kring landið.

NSÍ vil við hesum ynskja Oddfríða Gaardbo hjartaliga til lukku við stóra degnum.

Vegna felagið,

Dánial Hansen, formaður

Share.

Skriv et svar