Helgi L Petersen 40 ár.

Í dag gerst NSÍ-arin Helgi L. Petersen 40 ár.

 

Helgi leikti 194 dystir í bestu deildini og skoraði 52 mál. Í kappingini um Løgmanssteypið leikti hann 66 dystir og skjeyt 26 mál. Nógv teir flestu dystirnir vórðu leiktir fyri NSÍ, men hann royndi seg eisini í GÍ og ÍF í bestu deildini, umframt at hann leikti onkran dyst fyri FC Hoyvík, Fram og B36.

 

Helgi var á ungum árum kendur fyri ágangandi álopsspæl og gjørdist hann í 2001 toppskjútti í bestu mansdeilini. Seinnu árini í NSÍ fór hann longur aftur á vøllin, og eisini her var skilið fyri fótbóltsspælinum eyðsæð. Hetta sást t.d. í seinna Europa League dystinum móti Fulham í 2011, tá Helgi gjørdist dagsins maður í 0-0 javnleikinum móti heimsstjørnunum á Svangaskarði.

 

Vit eru errin av, at tú ert uppvaksin í NSÍ, Helgi, og fegnast um, at tú framvegis er fastur fúsur, tá eitt tak skal takast fyri barndómsfelagið.

 

Hjartaliga tillukku við tí stóra degnum.

 

Vegna NSÍ

Dánial Hansen, formaður

 

Líknandi tíðindi