Grein úr Vespuni, Suni Fríði Johannesen hugleiðir.

0

Reyðu hetjurnar úr Sherwood skóginum og nostalgi úr Runavíkar umráðnum frá síðst í 70’unum væl inn í 80’ini

 

Enskur fótbóltur

 

Nottingham Forest tók øll á bóli

 

Mítt fótbóltshjarta bankaði fyri enska Nottingham Forest. Tað komst einamest av, at tveir av mínum beiggjum vóru ídnir Nottingham Forest fjepparar. Tað var ikki ein dagur í vikuni, har eg ikki hoyrdi teir tosa um leikarar so sum: Trevor Francis, John Robertson, Gary Birtles, Martin O’ Neill, Ian Bowyer, Peter Shilton og Viv Anderson, sum samstundis var einasti litti leikarin á liðnum. Hann var somuleiðis fyrsti litti leikarin á Enska landsliðnum. Leygardag seinnapart koyrdi BBC við fullari styrki frá kl.14 til kl.17. Klokkan 17 hoyrdu vit úrslitini runga úr lurtitólinum frá eyðkendu røddini hjá James Alexander Gordon: “ Nottingham Forest one, Leeds United nil”. Ofta koyrdu vit eisini við bilinum hjá elsta beiggja mínum, Lyon, í hansara flotta Toyota Mark 2 yvir á Rituvíksháls at hoyra úrslitini frá Englandi. Har var deiliga frítt fyri, og tí hoyrdist BBC eyka væl. Upptúrurin hjá Nottingham Forest byrjaði í 1975, tá teir fingu fatur í Brian Clough sum venjara. Í 1977 vunnu teir 2.deild og fluttu upp í bestu deildina árið eftir. Tað hilnaðist so væl, at teir fyrstu og einastu ferð vunnu bestu ensku deildina. Í 1979 og – 80 vann Nottingham Forest Evropa Cup fyri meistarar (Champions League) í dag, við at vinna tveir 1-0 sigrar á ávíkavist Malmø úr Svøríki og Hamburg úr Týsklandi.

Arbeiði útróðarbátar og egning.

 

Fyrst í 80’unum var ovmikið at takast við í Runavík eftir skúlatíð. Vit egndu sera nógv. Hvør minnist ikki útróðrarbátar sum: Heimland (Hákun Jacobsen), Sjóguttan (Páll Olsen), Karin (Diktus Olsen), Svartbakur (Karl Kvalsrætt), Gadus (Petur Hammer) og Gretu (Sofus Davidsen) fyri at nevna nakrar. Ein, sum heldur ikki má gloymast er mammubeiggin Meinhard Olsen sáli, sum var av raskastu útróðrarmonnum, og róð út í bátinum Maria nærum alt sítt lív. Hann byrjaði við einum 10 mannafari (træbáti) og endaði við einum Awi 27. Petur av Roykheggi og Nikkel Petersen vóru tveir aðrir raskir útróðrarmenn í 80’unum, sum róðu út við smærri bátum. Á flakvirkinum Lynfrost stóð arbeiði okkum í boði eftir skúlatíð, tá ið vit vóru blivnir 14 ár.

 

Fótbóltur

Fótbóltur bleiv spældur nógv úti við Løkin. Ringt er at sleppa uttanum Jákup Mortensen og Tummas hjá Hennebeth. Somuleiðis spældu vit nógv fótbólt á plenuni á Glyvrum. Jonhard Hansen hevði eitt lið, við leikarum úr Runavík og Saltangará, sum fekk navni (RB). Vit spældu móti (GB) sum var manna við leikarum av Glyvrum. Henrik Weihe Joensen sonur Arna politistin var ábyrgdarpersónur hjá teirra liðið. Kann til stuttleikar nevna nakrar leikarar hjá RB: Jonhard Hansen, Hans Hansen, Tummas Arni Winterheig, Karten Hansen, Uni Hansen, Fróði Davidsen, Kurt Rasmussen og undiritaði. Á GB liðnum vóru nakrir av leikarinum hesir: Jan Berg Jørgensen, Henrik W.Joensen, Djóni Nolsøe Joensen, Øssur Johannesen ( sum hevði sera góð fótbóltsevnir) Dánjal Vang, Trygvi og Høgni Dalsgaard, Gunnar Hansen, Hendrik Egholm, og Trygvi og Búgvi Vang. Tað var sera stuttligt. Eitt annað lið, sum var áðrenn mína tíð hevði navni RíF. Hondbólturin bleiv spældur uttandura á plenuni omanfyri Glyvra Skúla. Venjari hjá okkum var lærarin Ingvard Lamhauge.

 

Kálking av fótbóltsvøllinum við Løkin

Tá ið fótbóltsdystir skuldu spælast við Løkin í Runavík fyrst í 80’unum á grúsvøllinum var vanligt at strikurnar á vøllinum blivu kálkaðar fríggjakvøld. Eitt band bleiv strekt frá hornaflaggi til hornaflagg. Tað stuttliga var alt annuppá, hvør tað var, sum kálkaði strikurnar til dystin. Um maðurin var 168 ella 190 cm, so kundi 16’meturin svinga frá at verða 14-18 metur langur. Hevði tað regnað illa, so fóru menn við skúmgummimáttum at suga vatnið úr hyljunum, so dysturin kundi spælast.

 

Ungdómurin í frítíðini

Í frítíðini um kvøldarnar plagdu ungdómurin at halda til á sjómansheiminum í Runavík, har kort og ymisk spøl blivu spæld. Jóhannes Martin Olsen av Strondum var fyrsti leiðarin. Jacob Højgaard av Toftum var síðani leiðari í nógv ár. Afturat sær hevði hann Esmar Lamhauge úr Rituvík sum húsavørð, og eftir at Jacob fór frá bleiv Esmar stjóri. Seinni í 80’inum var Hans Pauli Højgaard úr Rituvík eisini fyristøðumaður. Har vóru nógv konufólk, sum arbeiddu á sjómannsheiminum. Maria hjá Martin í Grund fyrrverandi borgarstjóra í Runavík, Tove Lamhauge, Brynhild Lamhauge kona Esmar, Lea Højgaard kona Jacob fyri at nevna nakrar. Hvør minnist ikki kioskina hjá Petur Poulsen, vanliga nevndur kapteinurin (Har Rafixa heldur til í dag), har plagdu tilkomin fólk at koma inn á gátt til álvara og gaman. Goymslustýringin hevði neyvan hildið í dagsins samfelagi. Petur Poulsen búði eisini í hesum lítla húsinum, har hann hevði tað mest neyðuga; pylsuvognurin niðri á kajuni (kaffibarrin) hjá Niels Jacobsen, samlaði eisini sera nógv fólk. Serliga fólkið, sum plagdi at egna og arbeiða á flakvirkinum mundu eta manga máltíðina har. Videohandilin hjá Pedvin við tí breiða úrvalinum av filmum úr øllum sjangrum við tiltikna diskinum sleppa vit ikki uttanum. Eisini plagdi ungdómurin viðhvørt at koyra sær ein túr út á Tofta kaj at vitja kioskina har ella pylsivognin hjá Kiston.

 

Glyvra Bio og tónleikur

Í Glyvra bio plagdi dansur at verða. Nógv áhugaverd lokalir tónleikabólkar sóu dagsins ljós í hesum tíðarskeiðnum Eitt av teimum var “Skorar” við Edmund Jacobsen sum sangara. Hinir, ið mannaðu bólkin vóru hesir: Leif Andersen bass, Hilmar Simonsen guitar, Trygvi Mortensen tangentar og Óla Jákup í Dímun trummur. Orkestrið spældi frá 1986 -1989, og tað vóru aðrir kendir tónleikarir við – so sum Øssur Johannesen bass, Niclas Johannesen guitar, Jóan Petur Ludvig tangentar og Petur Martin Petersen trummur. Skorar var ein av mínum yndisbólkum um tað mundi, og tað komst einamest av, at teir spældu fyri tað mesta tónleik hjá bólkum sum: Rainbow, Deep Purple og White Snake, ið mær dámdi sera væl. Kíkar var eitt annað orkestur, sum hevði hesa manning: Hjalti Joensen, Jákup Olsen, Tórur Petersen (Tórur hjá Nikkel), Jóhan Danielsen og Jóannes Mikkelsen. Ikki sleppst undan orkestrinum “Relax” við ongum øðrum enn Mr. NSÍ Jonhard Hansen sum mixara. Hinir, sum mannaðu bólkin vóru hesir: Arni Carlsen, Agnar Lamhauge, Dan M Olsen, Uni L.Hansen og aðrir. Ragnar í Holusteini vardi av Glyvra Bio tað tíðarskeiðið. Somuleiðis var tað eisini hann sum fyriskipaði biografin í Glyvra bio.

 

Eg kann ikki gera fyri tí, men eg eri og verði ein hopileysur nostalgikari 😂

Share.

Skriv et svar