Eb-Streymur – NSÌ hósdagin k 19.00 á Eiði
Ì morgin, hósdagin kl 19.00 er aftur dystur í Betri deildini. NSÌ hevur truplan útidyst ímóti Eb-Streymi á Eiði.
Møti fjølment á Eiði og stuðli okkara monnum.
Saman standa vit sterk! Koyr á dreingir!
Les formansins orð um hendan serliga heimadyst. Edmund Wiliamson sigur frá einum dysti hjá dreingjum í NSÍ, tá hann sum venjari við leskidrykki og tuflum vendi dystinum frá tapi til sigurs. SAMAN STANDA VIT STERK Leikskráin, TAK NIÐUR
Les formansins orð um dagsins dyst í móti Víkingi. Terji Vestergaard hugleiðir og vísur á týdningin av at “Her havi eg tað gott, her kenni eg meg heima”. SAMAN STANDA VIT STERK! Leikskráin, TAK NIÐUR
Fróði Benjaminsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið U16 landsliðið í samband við Pinatar Cup 2023, ið verður í Spania í tíðarskeiðinum 17. – 23. september 2023. Fyrsti dysturin verður í móti Skotlandi 19. septembur og síðani ímóti Gibraltar ella Pólandi 22. septembur. Millum teir úttiknu eru tríggir NSÍ´arar, og teir eru Benadiktus (Diktus) Olsen, Tróndur Sjúrðarson og…
Gudmundur Danielsen hevur longt sáttmálan við NSÍ, so at hann nú verður partur av NSÍ til og við 2023. Gudmundur hevur arbeitt sum fysiskur venjari í felagnum í ár, og eru vit nú fegin um at Gudmundur nú hevur longt sáttmálan. Í ár hevur Gudmundur verið rundan um Betri hópin hjá monnum, men nú sáttmálin…
Fyrsta innandurakappingin í fótbólti í ár, varð hildin í Ítróttarhøllini í Runavík nú um vikuskftið. Metstórt luttakaratal – heili 84 lið úr øllum meginøkinum luttóku í kappingini. Kappingin var bæði fyri gentur (7-17 ár) og dreingir (6-18 ár). Umleið 200 dystir vóru leiktir íalt og leikararnir vóru sera vælnøgdir við kappingina og fyriskipanina av henni….
Aðalfundurin verður mánadagin tann 18 feb kl 19.00 í NSÍ hølinum. Aðalfundurin verður hildin eftir hesi stevnuskrá: Val av fundarstjóra. Val av skrivara. Formansfrágreiðing (Starvsnevnd) fyri undanfari ár. Grannskoðaður roknskapur verður framlagur til samtyktar. Formansfrágreiðing (Fótbóltsnevnd) fyri undanfari ár. Møgulig uppskot frá nevndini. Innkomin uppskot. Val av starvsnevndarlimum við tiltakslimum. Val av fótbóltsnevnd við…