Endaði 2-2 á Eiði

0

NSÍ spældi í kvøld javnt 2-2 á Eiði. Eb-Streymur var frammanfyri 1-0 í hálvleikinum, men eftir ca 20 min inn í seinna hálvleiki eydnaðist NSÍ at javna til 1-1, Árni Frederiksberg knallaði bóltin í kassan. NSÍ stríddist fyri at fáa eitt mál avtrat, fyri at vinna dystin, og legði trýst á Eb-Streym. Men tá so tað vóru minnuttir eftir at spæla skoraði Eb-Streymur til 2-1, og so sá svart út hjá teimun gulu. Men tíbetur eydnaðist tað at javna, tá Øssur Dalbúð skoraði til 2-2 stutt undan dystarenda.

Vit fingu eitt stig við okkum av Eiði í kvøld. Komandi dystur er longu sunnudagin við Løkin ímóti HB, sum í løtuni er flúgvandi. NSÍ kemur sterkt aftur, og vit koyra á víðari.

 

 

Share.

Skriv et svar