Taptu 2-1 á HB

0

Tað er stong út í løtuni hjá NSÌ. HB kom til Runavíkar og vann 2-1 á NSÌ. NSÌ byrjaði dystin væl, og kom á odda 1-0, og høvdu síðani møguleikar at økja leiðsluna. Men tíverri eydnaðist tað ikki, og stutt undan hálvleikinum javnaði HB til 1-1.

Seinna hálvleik var tað NSÌ sum royndi at leggja tryst á HB, fyri at fáa sigursmálið, men neyðuga hepni var ikki við NSÌ. Tað eydnaðist at skora eitt mál, men linjuverjin hevði flaggið uppi, og bleiv málið tí ikki viðurkent, hóast tað burdi tað. Hepni og marginalarin eru ikki orduliga við í løtuni, og tá HB so megnaði at skora til 2-1 í 88 min, so tóktist alt vónleyst.

Tað er tungt og strævi tá eydnan ikki er við okkum. Men NSÌ fellur ikki í fátt, vit koyra á víðari, og komandi dystur ímóti Skála skal vinnast.

 

Saman standa vit sterk!

Share.

Skriv et svar