NSÍ vann 1-0 á Skála
NSÍ vann 1-0 á Skála á heimavølli sunnudagin. Sera gott at fáa gongd á, og at vinna aftur.
Væl arbeitt NSÍ og koyri á víðari.
Mikudagin er steypadystur ímóti AB við Løkin, dysturin er kl 16.00.
Saman standa vit sterkt!
NSÍ vann 1-0 á Skála á heimavølli sunnudagin. Sera gott at fáa gongd á, og at vinna aftur.
Væl arbeitt NSÍ og koyri á víðari.
Mikudagin er steypadystur ímóti AB við Løkin, dysturin er kl 16.00.
Saman standa vit sterkt!
Tað verður farið um skarðið! Í morgin spælir NSÍ ein sera týðandi dyst móti grannunum fyri vestan – B68. Fyri uttanveltað snýr hesin dysturin seg kanska um stig á stigatalvuni. Men í annaðkvøld klokkan 18 verður stigatalvan løgd til viks eina løtu. Hesin dysturin hevur nógv meiri at siga enn nøkur stigatalva. Á skránni er…
Eftir stórsigurin á 07 Vestur sunnudagin hava tit havt høvi at velja dagsins mann. Tíanverri ber bert til at atkvøðu fyri einum leikara, hóast flestu okkara ivaleyst høvdu ynskt at atkvøtt fyri teimum øllum. Ikki óvæntað fekk Klæmint, ið skjeyt hattrick hendan dagin, flestar atkvøður. Hann fekk 34% (60 atkv.) av teimum 180 givnu atkvøðunum….
Veðurlíkindi í dag við Løkin, vóru rímuliga góð. Eitt fitt lot var longs eftir vøllinum og nakað av regni. NSÌ byrjaði við eini øðrvísi uppstilling enn í dystunum frammanundan. Ì miðverjuni vóru Johan og Jens. Á bakkunum vóru Einar og Jonhard. Miðjuna mannaðu Jústines og Òlavur við Klæmint og Jann Martin á kantunum. Heðin var fluttur fram…
Sterki verjuleikarin hevur longt sáttmálan við NSÍ. Jákup hevur í ár verið sera góður á NSÍ liðnum, ein sannur stríðsmaður í verjuni hjá NSÍ, og hansara innsatsur liggur ongantíð eftir. Jákup er veruliga fallin til í felagnum, og hann stórtrívist í góða felagsskapinum, tí tað er gott at verða í NSÍ-familjuni. Jákup er gulur, og…
Eftir at hava verið burturi frá føroyskum fótbólti í hálvtannað ár, er Jústinus R. Hansen komin aftur til barndómsfelagið, NSÍ, sum hann hevur gjørt sáttmála við fyri komandi kappingarárið. Tað verður tó ikki frá kappingarbyrjan, at 28 ára gamli miðvallarspælarin verður tøkur hjá NSÍ, tí hann hevur fyri kortum verið lagdur undir skurð í fótinum,…
Liðskiparin, málrevurin og undangongumaðurin Christian Høgni Jacobsen hevur longt sáttmalan við NSÍ fram til 2014. Hóast eitt ár var eftir av sáttmálanum, valdu NSÍ og 30-ára gamli áleyparin at styrkja samstarvið við at leingja avtaluna fram til endan av kappingarárinum 2014. NSÍ fegnast um avtaluna ásannandi, at Christian Høgni, umframt at hava eyðsýndar dygdir frammanfyri…