Flaggdagshald – Áheitan um øll at møta

Áheitan um allar limir og íðkarar hjá NSÍ um at møta upp til Flaggdagshaldið mikudagin kl 13.30. Tit verða biðin um at møta við skúlan við Løkin kl 13.30. Vinarliga deili hettar uppslagið inn á allar facebook bólkar hjá felaginum, so øll fáa boðini. Møtið nú fjølment, SAMAN STANDA VIT STERK!

 

Flaggdagshald – Umframt ódnartøk og Steypadystur

Flaggdagshaldið verður uttanfyri Skótahúsið við Løkin 25. apríl.2018 kl. 14.00 (um ikki viðrar, verður farið inn í Skótahúsið).

Ítróttarfólk og skótar verða biðin um at møta 13.30 við Skúlan við Løkin.

Aksel V, Johannessen, løgmaður heldur røðu, skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Aftaná verður ein drekkamuður at fáa inni í skótahúsinum og skótarnir skipa fyri kondibingo. Kostnaður 10 kr. fyri hvørja plátu.

Eftir flagdagshaldið verður ÓDNARTØK kl. 15.30 í Runavík og STEYPADYSTUR millum NSÍ og AB kil. 17.00 á vøllinum við Løkin.

Líknandi tíðindi