Til Argir sunnudagin!

0

Eftir at hava tapt heima ímóti AB í steypakappingini, skulu vit nú aftur møta AB sunnudagin kl 18.00 á Argjum. Vit eru úti av steypakappingini fyri í ár, so tað er fari. Nú mugu vit samla tankarnar um Betri deildina!

Tað er nú vit skulu STANDA SAMAN. Hettar er ein innilig áheitan á øll í NSÍ um veruliga at stuðla okkara monnum, tí teir hava stóran tørv at blíva stuðlaðir nú. NSÍ kemur sterkt aftur, og nú herja vit á argjafrensarnar sunnudagin, og vespurnar vakna nú, og tá verður ikki stuttligt at verða fyri.

Koyr á dreingir, og sunnudagin vendur gongdin, og herja vit á Betri deildina.

Vit eru øll NSÍ, og SAMAN STANDA VIT STERK.

 

 

Share.

Skriv et svar