Vunnu 2-0 á Argjum ímóti AB!
NSÍ vann í dag 2-0 á útvølli ímóti AB. Dysturin var ikki tann besti frá okkara síðu, men tað hevði stóran týdning at vit vunnu dystin. 2-0 var úrslitið, og 3 stig á konto, tað hevur alt at siga. Flott kempa dreingir, og koyri nú á víðari.
Nógv NSÍ viðhaldsfólk vóru á Argjum í dag, og tað skulu øll hava takk fyri, tað hevur stóran týdning at vit standa saman, tí saman koma vit vit langt! Vit hava vunnið okkum 3 stig, og eru nú á 3 plássi í Betri deildini.
Komandi sunnudag møta vit B36 á heimavølli.
SAMAN STANDA VIT STERK!