Jón Petur Thomsen fingið landsliðsboð til U15!
Jón Petur hevur landsliðsboð til U15.
Vit ynskja Jón Petur hjartaliga tillukku við úttøkuni, og góða eydnu 🙂
Venjarin hjá WU15 landsliðnum, Sigtór Petersen, hevur úttikið tær 18 leikarar, sum skulu umboða Føroyar til Baltic cup 2023. Ímillum hesar 18 eru tríggir NSÍ´arar at finna. Tær eru Emma Charlotta Knudsen, Naomi Hansen og Sunnvá Skipanes. Tær tríggjar, Emma Charlotta, Naomi og Sunnvá spæla við U16 gentunum hjá NSÍ, og eru tær dugnaligar og…
Tað eru mangir leikir í longum talvi. Vegurin til eina steypafinalu er oftast langur, og tí er tað stórt, tá tað eydnast at koma so langt. Í dýrdarveðrinum á eystanstevnu møttust NSÍ og KÍ í hálvfinaluni. Undan dystinum mundi NSÍ metast sum greiður favorittur at vinna dystin. NSÍ hevur vunnið 21 stig í landskappingini og…
Tað hevur ongantíð verið nakað loyndarmál, at Petur Knudsen er ein fantastiskur leikari, og eru vit í NSÍ glað og stolt av Peturi. Vit hava havt hann í felagnum síðani hann sum 4 ára gamal traðkaði á vøllin, og tíðliga sást at evnini hjá Peturi vóru góð. Petur er eitt at okkara gulleggum, og tí…
Sunnudagin kl 15.00 er aftur dystur við Løkin, B36 kemur á vitjan. Talan er um nr 3 og 4 í Betri deildini, ið møtast sunnudagin. 2 lið sum bjóða toppinum av, tískil talar at fyri at vit fáa ein undirhaldandi dyst við Løkin sunnudagin. Tørvur er á at øll sum er góð við NSÍ…
Fyrsta innandurakappingin í fótbólti í ár, varð hildin í Ítróttarhøllini í Runavík nú um vikuskftið. Metstórt luttakaratal – heili 84 lið úr øllum meginøkinum luttóku í kappingini. Kappingin var bæði fyri gentur (7-17 ár) og dreingir (6-18 ár). Umleið 200 dystir vóru leiktir íalt og leikararnir vóru sera vælnøgdir við kappingina og fyriskipanina av henni….
Við miðlinjuna Var eingin áskoðari, so var heldur eingin fótbóltur – so einfalt er tað. Áskoðararnir sleppa ov sjáldan til orðanna, tí tað eru ofta bara nakrir fáir “vektaðir serfrøðingar”, sum – umaftur og umaftur – verða útvaldir at eftirmeta fótbóltsdystir. Hildið verður – sum púra rætt er – at áskoðararnir “taka partí” ella eru…