Vit møta KÍ sunnudagin kl 15.00

Sunnudagin kl 15.00 skal NSÍ møta KÍ í Klaksvík! Gongdin hevur ikki verið tann besta fyrsta triðingin av kappingini, tískil er tað umráðandi at gongdin hendan triðingin gerst betri, og fleiri stig koma á til Runavíkar.

Seinast liðini møttust var 2 umfar í Runavík, og tá vann KÍ dystin 1-0. Nú er tað so okkara túrur at fara til Klaksvíkar og heinta 3 stig inn.

 

Tørvurin á øllum røttum NSÍ viðhaldsfólki er stórri enn nakrantíð. Vit mugu øll í felag lyfta okkara leikarar, og vinna dystin uttanfyri vøllin! Lati okkum nú øll somul taka okkum saman og fara til Klaksvíkar sunnudagin við buldur og brak, og stuðla okkara monnum 100%! Teir hava brúk fyri okkum nú!

 

Koyr á NSÍ, og SAMAN STANDA VIT STERK!

Líknandi tíðindi