Harry Knudsen er nú hjálparvenjari hjá NSÍ

0

Harry Knudsen kemur nú at verða ein partur av venjara toyminum hjá Betri liðnum hjá NSÍ. Harry Knudsen er væl kendur í felaginum, hann hevur fyrr verið hjálparvenjari hjá NSÍ, bæði saman við Trygva Mortensen og Anders Gerber. Harry Knudsen er nú hjálparvenjari hjá Betri liðnum, umframt at hann framvegis er partur av U13 dreingjunum hjá NSÍ. Sostatt er venjara toymið nú soleiðis sett saman: Sámal Erik Hentze venjari, Harry Knudsen hjálparvenjari og Runi Klein Joensen málmansvenjari.

 

Vit ynskja Harry vælkomnan aftur í Betri hópin, og ynskja honum góða eydnu í starvinum.

 

Share.

Skriv et svar