Úr Vespuni, grein frá Jákup Emil Hansen

2002

Árið 2002 var eitt serligt ár fyri besta liðið hjá NSÍ. Fyri fyrstu ferð síðani 1986 vann felagið steypakappingina, og 2. plássið var fyrsta heiðursmerki hjá NSÍ í bestu deildini. Úrslitið í 2002 er helst skeringspunktið har fótbóltsføroyar byrja at rokna NSÍ seg sum ein natúrligan part av føroyska fótbóltsoddinum.

 

Sum 19 ára gamal eykamálmaður við 0 minuttum var mítt íkast til flotta úrslitið hjá NSÍ í 2002 minimalt. Hóast minimalu rolluna, so er kappingarárið 2002 nakað eg minnist sum nakað stórt. Eg hevði jú ongantíð verið á nøkrum U-landsliðið, so bara tað at vera partur av besta liðnum hjá NSÍ var meira spennandi og forkunnugt fyri meg enn tað typisk er fyri lovandi talentir, sum sita ótolin og bíða eftir leiktíð.

 

Sterkur hópur

Spenningurin í NSÍ var stórur áðrenn kappingarárið 2002. NSÍ hevði nógvar góðar leikarar, og við tilgongd av landsliðsprofilinum Pól Thorsteinsson, og Helga L. Petersen og Óli Hansen, sum eftir tvey ár í GÍ vóru vendir aftur til barndómsfelagið, sá tað veruliga gott út.

 

Ungdómsliðini hjá NSÍ høvdu leingi levera flott úrslit, m.a. høvdu unglingarnir hjá NSÍ í 90unum fleiri ár á rað hølvað alla mótstøðu av. Man væntaði tí, at fyrr ella seinni fór hetta síggjast aftur í úrslitunum hjá besta liðnum, men tað var so ikki hent áðrenn 2002. Tað var sum felagið manglaði tað síðsta til at gera seg galdandi í oddinum.

 

Landsskronahetjan, Jens Martin Knudsen, var komin aftur til barndómsfelagið úr Íslandi árið fyri, har hann tað eina árið var kosin til Besta málmann í íslendskum fótbólti. Jens Martin var ikki bert landsliðsmálverji og liðskipari á NSÍ-liðnum, men hann átti rætt og slætt umklæðingarrúmið, og var heilt opinlýst maðurin, ið kundi skapa tann vinnaramentalitetin, sum felagið tá manglaði. Tað gav tí eisni góða meining, at nýggi venjarin, Jógvan Martin Olsen, sum tá eisini var hjálparvenjari á A-landsliðnum, brúkti so stóra orku í byrjani uppá tann mentala partin.

 

Túrurin til Ólavsfjørð

Tað sum stendur allarfremst í mínum minni frá árinum 2002, er fantastiski túrurin til Ólafsfjørð í Norðuríslandi, sum gjørdi nakað heilt serligt fyri samanhaldi og villskapin á liðnum.

 

NSÍ var væl við í oddinum í landskappingini, og í steypakappingini gekk ikki minni væl. Eftir sera tætta kvartfinalu og semifinalur móti ávíkavist FS Vágar og B68, hevði NSÍ fyri fystu ferð síðani 1988 spælt seg í finaluna í steypakappingin. Íslandstúrurin var tí ein fyrireiking upp til Løgmanssteypafinaluna, ið skuldi leikast umleið tvær vikur seinni á Tórsvølli Ólavsøkudag móti HB.

 

Nakrar dagar undan fráferð við Norrønu verður hópurin kunnaður um, at felagið hevur funnið sær ein offensivan styrk við Superligaroyndum. Styrkurin var frintligi og lítilætni danin, Ulrik Balling, sum við 5 málum í 5 dystum fyri NSÍ skrivaði seg inn í søguna hjá felagnum, sum ein, ið gjørdi ein veruligan mun.

 

Stemningurin var av tí besta og liðið hugnaði sær óført ávegis til Ísland við Norrønu. Eftir ein longri bustúr úr Seyðisfjørð komu vit seint seinnapart til Ólavsfjørð. Lítli býurin virkaði rættiliga deydligur, ein klár kontrast til stórsligna landskapið um kring býin. Eftir eina harða strafvenjing frá Jógvan Martin var tað endiliga tíð til at taka sær av løttum.

 

Eingin uttan Jens Martin í hópinum visti hvussu vit skuldu búgva. Jens Martin hevði jú leikt við Leiftur í Ólavsfyrði og hevði góðar kontaktir har um leiðir, so man tók fyri givið hann hevði heilt stýr uppá hvussu vit skuldu búgva. Tað var tí ikki sørt, at menn vóru skeptiskir tá bussurin steðgar uttanfyri eina rímiliga stóra skíhyttu. Jens Martin var tó skjótur at skjóta allar speiskar viðmerkingar niður. Skíhyttan sá líka óimponerandi út uttan sum innan. Hon var í tveimum hæddum. Tvey stór rúm. Ongar sengur, bert madrassur á gólvinum, umstøðurnar mintu tí mest um eina skótalegu. Ikki júst tað man fyristilti sær áðrenn man fór úr Føroyum. Skíhyttan var við øðrum orðum so primitiv, sum hon nú kann vera.

 

Tað er altíð lætt at vera bakklókur, men júst tað at skíhyttan var so basic, er eftir mínum tykki ein avgerandi faktorur til successina á Ólavsøku. Leikarnir vildu uttan iva verið betur svøntir og úthvíldir við at sovi á einum hotellikamarið, og tað vildi eisini virkað meira professionelt, men tað skíhyttan gav var haraftur ímóti eitt kollektivt mindset og eitt nógv sterkari samanhald. Við festligum og inkluderandi typum sum Arnfinn Langgaard og Djóna Joensen í hópinum, sum báðir vóru millum teir elstu á liðnum, kundi tað ikki umgangast, at leikarnir komu sera tætt uppá hvønn annan, og man kom at kenna hvønn annan bæði betur og uppá ein nýggjan máta enn undan fráferð. Umstøðurnar í skíhyttuni vóru tí uttan iva við til at skapa eitt krútsterkt samanhald á liðnum, sum hevur økt um viljan at ofra seg fyri hvønn annan.

 

Túrurin var sum sagt ein fyrireiking til Løgmannsteypafinaluna. Intensiteturin í venjingunum hevði generelt verið á einum einum høgum støðið gjøgnum árið. Nakrar ferðir var tað eisini hent undir intervalvenjingum á vøllinum við Løkin, at menn blivu skildir at áðrenn teir fóru til hendurs. Í Ólavsfyrði fekk intensiteturin undir venjingunum eitt eyka hakk uppeftir. Fleiri ferðir var tað farið heilt til grensuna og onkra ferðina væl yvirum. Villskapurin var til staðar í monnum, og man merkti veruliga, at størsti dysturin hjá NSÍ í nógv ár stóð fyri framman. Tað var tó aldrin eitt ónt orð millum leikarnar eftir venjing.

 

Sjálvur minnist eg serliga væl intervalvenjingarnar, har man sum málmaður skjótt fann út av, at skotini hjá Ulrik Balling vóru bara heilt einfalt á einum hægri støðið enn hjá restini. Balling gjørdist eisini ein sannur fongur fyri NSÍ. Man kann tí ikki lata vera við at spekulera uppá hvat tað vildi havt blivið til um Balling ikki bleiv so skaðaplágaður síðst uppá árið, sum han bleiv.

 

Stemnigurin í hópinum var sera góður gjøgnum allan túrin. Hetta merktist ikki minst í langa bústúrinum til Akureyri í samband við ein venjingardyst. Á bustúrinum komu sangheftir frá Jonhard Hansen, ið annars ikki var við á túrinum, veruliga til sín rætt. Jonhard Hansen, sum í nógv ár var venjari hjá unglingum, plagdi at skipa fyri nøkrum tiltiknum unglingaveitslum. Til hesar veitslur gjørdi hann altíð sangheftir, har tað var kela fyri hvørjari detalju. Har vóru bæði slagarar og sjálvgjørdir sangir í. Serliga kom stemningurin í bussinum í topp tá Arnfinn og Jens Martin sungu fyri við sanginum Nummar 1, har hvørt vers byrjaði við ”Og so kom…”.

 

Tað var sostatt ein fokuseraður og tendraður hópur, og ikki minni týdningarmikið ein hópur við einum styrknaðum liðanda, sum vendi nøsini heimaftur har Løgmanssteypafinalan bíðaði.

 

Finalan

Allir NSÍarir, ið vóru á Tórsvølli Ólavsøkudag 2002 minnast søguliga dystin. Veðrið var av tí fagrasta, og teir umleið 4.000 áskoðarnir góvu eina fantastiska rammu um dystin. Um tað var tann óvanda støðan hjá NSÍ at spæla ein so stóran dyst kann man bara gita um, men í øllum førum hekk lítið saman í fyrra hálvleiki, har HB hevði lagt seg framum við einum málið frá Rógva Jacobsen.

 

Allur hópurin var við í umklæðingarrúminum í hálvleikinum. Summir leikarar virkaðu til at hanga eitt sindur við høvdinum yvir manglandi spælið í fyrra hálvleiki. Jógvan Martin, sum var síðstur maður inn í umklæðingarrúmið, var av góðum grundum í øðini. Hvat Jógvan Martin heilt neyvt segði minnist eg ikki, men neyvan hevur tað verið pent. Í øllum førum endaði hann sína branntalu við at smildrað ein vatndunk inn í veggin. Hetta fekk menn at rakna við, og liðið var ikki at kenna aftur í øðrum hálvleiki. Tað var sum, at tann positivi andin, sum man hevði sæð í Ólavsfyrði aftur kom til sjóndar. Allir mans á vøllinum stríddust fyri hvørjum øðrum og bakkaðu hvønn upp.

 

Bert 3 minuttir efter steðgin skoraði Balling sítt fyrsta mál fyri NSÍ. Nú stóð á jøvnum. Soleiðis sum eg minnist tað gekk tað rættiliga javnt á eftir málið. Liðini vóru helst í bakhøvdinum longu byrjaði at hugsa um forlongda leiktíð inntil Helgi í 85. minutti verður feldur inni í brotssteiginum. Nokk ikki heimsins størsta brotsspark, men dømt var. Maðurin, ið var settur at taka sær brotssparkinum, var 20 ára gamli Brynjolvur Nielsen, sum heldur ikki sveik álitið. Nú kókaði Tórsvøllur. Fáar minuttir seinni er allur vøllurin gulur av áskoðarum. Hóast eg ikki átti nakran leiklut í tí sum gekk fyri seg á vøllinum, so kendist løtan fyri meg eins nógv sum ein dreymaverð, sum hjá so nógvum øðrum NSÍarum. Fólk hálsfevndust, og vaksnir menn grótu. NSÍ, sum í 90unum ofta bleiv skýrt av mótstøðufólki og miðlum fyri ”Yoyo liðið”, hevði endiliga fingið ein stórt steyp av veruligum týdningi í hús. Fyri allar NSÍarir var hetta bara tann perfekti dagurin.

 

Steypasigurin gav eisini viðvind í landskappingini. Tey eftirfylgjandi fýra umførini góvu øll klárar sigrar til NSÍ. Sostatt lá NSÍ á odda í landskappingini tá 14 út av 18 umførum vóru leikt. Næsti dystur hjá NSÍ var á heimavølli móti HB, sum høvdu eitt stig færri enn NSÍ. NSÍ hevði sostatt møguleika fyri at hekta HB so gott sum av í oddastríðnum. Men soleiðis skuldi tað tó ikki enda. Marginalarnir vóru ikki við NSÍ hendan dagin, tá HB vann 2-0. NSÍ fangaði ikki HB aftur, men fekk silvur, sum eisini var felagsins fyrsta heiðursmerki í bestu deildini.

 

Hóast FM glapp av hondum, so stendur kappingarárið í 2002 hjá NSÍ sum nakað heilt serligt í søguni hjá felagnum. Uttan iva hevur 2002 eisini broytt sjálvuppfatanina hjá flestu NSÍarum. Við at vinna Løgmanssteypi og silvur í landskappingini, so gjørdist tað brádligani ikki ein óhugsandi tanki hjá fólki í felagnum at síggja fyri sær, at NSÍ skuldi taka tað síðsta fetið og vinna FM. FM-sigurin hjá NSÍ kom í hús í 2007, og stendur heilt klárt sum tað størsta í søgu felagsins, men 2002 var eitt týdningarmikið fet á vegnum.

 

Sjálvur fekk eg ongantíð nakra fótbóltskarrieru, men tað lá nokk heldur ongantíð í kortunum. Mín tíð, har eg var ein partur hópinum hjá besta liðnum í NSÍ, er ein tíð eg eri sera takksamur fyri og minnist aftur á við stórari gleði. Mínar kenslur fyri NSÍ og áhugi fyri at fylgja gongdini í felagnum, er sum tað altíð hevur verið, hóast tað aldrin verður tað sama lurta á internetradio úr Nuuk sum at vera staddur við Løkin.

Jákup Emil Hansen, 01.05.2018 Nuuk.

Líknandi tíðindi