Vunnu 5-0 í Sørvági!
NSÍ vann í dag ein sera sannførandi sigur á 07 Vestur í Sørvági. Eitt gott avrik frá okkara monnum, og sigurin kundi saktans verið enn stórri. Sera gott arbeitt dreingir!
Komandi sunnudag er dysrtur ímóti B36 í Gundadalið.
NSÍ vann í dag ein sera sannførandi sigur á 07 Vestur í Sørvági. Eitt gott avrik frá okkara monnum, og sigurin kundi saktans verið enn stórri. Sera gott arbeitt dreingir!
Komandi sunnudag er dysrtur ímóti B36 í Gundadalið.
Talan var um eina toppupgerð, tá ÍF og NSÍ hittust í Fuglafjørði í kvøld. Undan dystinum lá ÍF á einum fyrsta plássi, meðan NSÍ lá á triðja plássi. Fótbóltslíkindini vóru sera góð, og nógv fólk høvdu leitað sær til fótbóltsdyst í góðveðrinum. Karmarnir um ein góðan dyst vóru tí optimalir, og sannast má, at áskoðararnir…
Sunnudagin kl 15.00 skal NSÍ møta KÍ í Klaksvík! Gongdin hevur ikki verið tann besta fyrsta triðingin av kappingini, tískil er tað umráðandi at gongdin hendan triðingin gerst betri, og fleiri stig koma á til Runavíkar. Seinast liðini møttust var 2 umfar í Runavík, og tá vann KÍ dystin 1-0. Nú er tað so okkara…
Tað bleiv til javnleik í fyrstu royndini í ár. Anders Gerber hevði allar mans tøkar til dystin og vónirnar vóru góðar ímóti uppflytarunum úr Sundalagnum. Var tað onkur, sum áðrenn dystin helt, at hetta fór at verða ein løtt uppgáva hjá okkara monnum, komu hesi skjótt á aðrar tankar. Eftir bert 3 minuttum løgdu EB/Streymur…
Dómarin Ransin Djurhuus valdi at avblása Vodafonedystin millum NSÍ og ÍF í kvøld við Løkin í Runavík, tá umleið 20 min vóru leiktur av fyrra hálvleiki. Orsøkin til, at dómarin valdi at avblásað dystin, var, at dómaratrioin hevði trupulleikar at síggja strikurnar, tí kavi hevði lagt seg á vøllin beint áðrenn, og meðan dysturin var í…
Endiliga rullar bólturin aftur! Fyrsti heimadysturin hjá teimum gulu verður í morgin, sunnudagin kl. 15.00 ímóti uppflytarunum úr Sundalagnum, EB/Streymur. Allir dystir í bestu deildini eru truplir, men vit kunnu ikki lúgva okkum frá at vera favorittar. Sambært liðskiparanum Klæmint A. Olsen, so hava vit fyrireika okkum væl. – Nú telur tað aftur! Eftir ein…
Dystirnir millum EB/Streymur og NSÍ plaga vanliga at vera javnir, vælleiktir og spennandi. Tað sama kann sigast um dagsins dyst. Dysturin endaði við javnleiki 2-2, eftir at hálvleiksstøðan var 1-1. Hampulig fótbóltslíkindi vóru við Margáir, tá ið EB/Streymur og NSÍ møttust seinnapartin kl. 17.00 . Eitt frískt lot lá longs eftir vøllinum, men turt var…