Vunnu 5-0 í Sørvági!
NSÍ vann í dag ein sera sannførandi sigur á 07 Vestur í Sørvági. Eitt gott avrik frá okkara monnum, og sigurin kundi saktans verið enn stórri. Sera gott arbeitt dreingir!
Komandi sunnudag er dysrtur ímóti B36 í Gundadalið.
NSÍ vann í dag ein sera sannførandi sigur á 07 Vestur í Sørvági. Eitt gott avrik frá okkara monnum, og sigurin kundi saktans verið enn stórri. Sera gott arbeitt dreingir!
Komandi sunnudag er dysrtur ímóti B36 í Gundadalið.
NSÍ hevur í longri tíð havt nógvar fjepparasíður á facebook, sum verða væl vitjaðar og stuðlaðar. Tí er tað púra natúrligt, at felagið nú eisini fær sær eina almenna facebooksíðu, har til ber at síggja tilfar, t.d. útvaldar greinir og myndir frá dystum, ið eisini verða lagdar út á heimasíðuna. Frá í dag ber eisini…
Eru menn spentir at taka ímóti Fulham á heimavølli? ”Lítið er at ivast í at vit eru allir sera spentir uppá uppgávuna sum er fyri framman. Hetta sæst eisini aftur í venjingunum sum hava verið upp til dystin, har allir fegnir vilja hava ein møguleika at sleppa við. Til returdystin kunnu nakrir leikarar sjálvandi vera við,…
Ímóti endanum av dystinum í dag kom 16-ára gamli Petur Knudsen á vøllin! Hetta er sostatt fyrsti dysturin hjá Peturi í bestu deildini. Petur kom væl inn og vísti seinastu løtuna av dystinum, at hann kemur at vera ein týðandi leikari í framtíðini. Hann tamdi beinavegin bóltin sera væl í truplari støðu, og spældi hann…
Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Janus Olsen. Navn? Janus Olsen Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar? Eg plagi at standa á miðjuni á ovari síðu – eg eri til hvønn dyst, tá eg eri heima. Spældi tú sjálvur? Nei, ongantíð. Yndisleikari hjá NSÍ? Mær…
Eftir sannførandi 0-4 sigurin á FC Suðuroy í fyrsta umfari av kappingini um Løgmanssteypið leygardagin, har Jens (2), Árni og Jákup Andrias skoraðu málini, var stórur spenningur um lutakastið um fjórðingsfinalurnar í 3-2 sendingini í kvøld. Lutakastið hevði við sær, at vit skulu leika dyst á útivølli móti EB/Streymi sunnudagin 27. apríl. 6 dagar áðrenn,…
Tað kom okkum øllum dátt við, tá deyðsboðini bórust týsmorgunin í farnu viku, at Jónsvein Knudsen var farin. Alt steðgaði upp, tí hetta gav líkasum onga meining, at hann skuldi verða tikin burtur í bestu árum, bara 54 ára gamal, og enn virkisfúsur og fullur av orku og góðum hugskotum. Hóast Jónsvein altíð hevði livað…