Lutaseðilin
Lutaseðilin sum ungdómurin hjá NSÍ hevur selt seinastu vikurnar verður trektur hósdagin. Lýst verður á heimasíðuni hjá NSÍ, tá seðlarnir eru drignir.
Vinarliga haldi okkum til góðar at tað er seinka við at trekkja seðlarnar.
Toppuppgerð í Unglingadeildini varð spæld við Løkin í dag. NSÍ tók móti KÍ, og høvdu hesi bæði liðini vunnið allar sínar dystir í landskappingini higartil. Úrslitið gjørdist 2-0 til NSÍ. Málini skoraðu Arni Gregersen og Per Langgaard. Sera flott avrik dreingir! Johnny Lamhauge hevur sent okkum nakrar myndir frá dystinum í dag. [nggallery id=42]
Árligi basarurin hjá NSÍ, verður í kantinuni í skúlanum við Løkin leygardagin 25 mai kl 18.00 Tey ið ynskja at stuðla felaginum við at lata lut/lutir kunnu ringja til: Jóna Kristiansen, tlf 504761 Ann Mari Nolan, tlf 266308 Eisini ber til at lata lutir í kantinuni í skúlanum við Løkin frá kl…
Umboð fyri NSÍ eru farin í gongd við at selja lutaseðilin (seyðaseðilin). Fari verður runt í húsini frá Skipanesi og úteftir fjørðinum, og byrjar sølan í vikuni. Vónandi taka tit væl ímóti hesum, og ynskja at stuðla NSÍ. Til dystin í kvøld ímóti B36 ber eisini til at keypa lutaseðlar.
22-ára gamli áleyparin hevur í dag skrivað undir ein nýggjan 2-ára sáttmála við barndómsfelagið. Steffan hevur eftirhondini drúgvar royndir, hóast sín unga aldur. Hann hevur spælt 23 dystir fyri okkara ungdómslandslið. Hann hevur 86 dystir í bestu deildini, og um vit telja 1. deild og løgmanssteypið við, so hevur hann spælt heili 159 dystir, har…
Okkara menn spældu ein fínan dyst við Løkin í dag og tað bleiv til ein tryggan 2 – 0 sigur, sum sagtans kundi verið størri. Teir stríddust væl fyri hvørjumøðrum – vóru tryggir í verjupartinum og álopsparturin var ágangandi og sum heild vóru okkara leikliga omaná at kalla allan dystin. Klæmint var ikki við…
Sunnudagin kl 15.00 er aftur dystur við Løkin, B36 kemur á vitjan. Talan er um nr 3 og 4 í Betri deildini, ið møtast sunnudagin. 2 lið sum bjóða toppinum av, tískil talar at fyri at vit fáa ein undirhaldandi dyst við Løkin sunnudagin. Tørvur er á at øll sum er góð við NSÍ…