Syng við og undirhald í Løkshøll fríggjakvøldið kl 21.00

0

Tíðindaskriv

SYNG VIÐ OG UNDIRHALD Í LØKSHØLL

Fríggjakvøldið 15. juni á Eystanstevnu, kl. 21-23, skipar NSÍ fyri einum “Syng við og undirhalds kvøldið” við Hilmar Jan Hansen í Løkshøll í Runavík.

Kvøldið byrjar kl. 21, so fólk náa at spæla Gekk ella síggja landsdystin millum Portugal og Spania, áðrenn tiltakið byrjar.

Føroyskir klassikarar eru á skránni: Rasmus, Sára, Kalli Katt og aðrir vælkendir sangir. Royndir lokalir tónleikarar spæla undir og Steingrund Akustik stendur fyri ljóðinum.

Terje Vestergaard, tónleikastjóri, boðar frá, at bæði harmonikan og elgittarin eru við, so vit kunnu vænta eina breiða palet av ymsum tónleikastílum. Fólk skulu bara taka góða lagið og sangrøddina við.

Í steðginum borðreiðir Sjócafé’in við fiskasúpan og kaffi og køkum í kantinuni í Løkshøll.

Atgongumerkir á 160 kr., íroknað sang og ábit, fáast á www.atgongumerki.fo og við dyrnar í Løkshøll.S

Share.

Skriv et svar