Vit møta Hibs!

Lutakast var til fyrsta og annað undanumfar í Europa League í gjár.

Eftir lutakastið varð greitt, at NSÍ skal spæla móti Hibernian FC úr Edinburgh í fyrsta undanumfari. Fyrri dysturin er á útivølli á Easter Road í Edinburgh hóskvøldið 12. juli kl. 19.45.

NSÍ kannar ferðamøguleikar í løtuni, og fer í næstum at kunngera, hvussu ferðast kann til dystin.

Seinni dysturin verður leiktur á Svangaskarði hóskvøldið 19. juli kl. 19.45.

Samlaði vinnarin av dystunum millum NSÍ og Hibernian FC skal leika móti Asteras Tripolis FC úr Grikkalandi í øðrum undanumfari av Europa League. Leikt verður heima hósdagin 26. juli og í Grikkalandi hósdagin 2. august.

Mótstøðuliðið í fyrsta undanumfari, Hibernian FC, er annað av stóru fótbóltsfeløgunum í Edinburgh, og spælir eins og hitt stóra felagið í býnum, Hearts, í bestu skotsku deildini. Felagið hevur 5 ferðir verið skotskur meistari, men liggur hetta langt afturi í tíðini. Tó vann felagið skotsku steypakappingina í 2016. Farna kappingarár endaðu teir nummar fýra í bestu deildini og komu tískil í Europa League. Venjari teirra er navnframi fyrrverandi norðurírski landsliðsleikarin Neil Lennon, ið sum leikari umboðaði millum annað Crewe, Leicester, Celtic og Nottingham Forest. Sum venjari hevur hann tríggjar ferðir vunnið bestu skotsku deildina við Celtic.

Líknandi tíðindi