Fríggjakvøldið kl. 18 á Skála – Be there!

Vit spæla seinasta dyst í fyrru hálvu av Betri-deildina móti Skála á Skála í annaðkvøld, fríggjakvøldið kl. 18.

Kommunuuppgerðirnar eru við at blíva ein klassikari, har bæði liðini leggja nógv fyri, fyri at kunna erpa sær av at vera besta liðið í kommununi. Vit vóna tí at síggja nógv fólk á Skála í annaðkvøld.

Skála ítróttarfelag skipar annars fyri bygdastevnu á Skála hetta vikuskifti.

So tey, sum bæði vilja síggja dyst og spæla Gekk, hava møguleikan at fara í kafeteriuna í ítróttarhøllini beint eftir dystarlok, har Gekkurin verður vístur á stórskýggja.

Á skránni fríggjakvøldið er annars grillhugnakvøld, tombola og barnabio. Kl. 21 framførir Signar í Homrum, og kl. 21.30 flytir Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fram stevnurøðu. Síðani verður felagssangur í kafeteriuni, og kl. 23 verður dansur við FourMENh.

Líknandi tíðindi