|

Kom við NSÍ til Edinburgh!

NSÍ hevur leigað flogfar frá Atlantic Airways og bjóðar tí øllum fjepparum at ferðast niður til Edinburgh og heim aftur við hópinum.

Skotski høvuðsstaðurin hevur nógv at bjóða ferðafólki, og fáa tey, ið koma við, tí 4 góðar dagar í Edinburgh.

Umframt stórdystin á Easter Road hóskvøldið 12. juli kl. 19.45, eru fleiri onnur stór tiltøk í Edinburgh og Glasgow hesar dagarnar, so sum konsertir við Bruno Mars (Glasgow 10/7), Zucchero (Edinburgh 10/7) og Paul Simon (Glasgow 11/7).

Ferðing
Ferðast verður úr Vágum eftir midnátt sunnukvøldið, t.v.s. náttina til mánadag 9. juli kl. 00.40-02.05. Farið verður heim eftir midnátt eftir dystin, t.v.s. náttina til fríggjadag 13. juli kl. 00.55-02.20.

Ferðaseðlar eru settir til sølu her á síðuni, og kostar ein ferðaseðil tur/retur kr. 2.150,-

Atgongumerki til dystin kostar kr. 200,-

Keyp ferðaseðil og atgongumerki við at trýsta her.

Innivist
Hópurin býr á einum hotelli hjá Apex hotellketuni, og bjóða tey 10% í avsláttri, um bókað verður umvegis heimasíðu teirra her.

Annars viðmælir hotellið eisini onnur hotell sum:
-Holiday Inn Express Edinburgh City Centre
-Courtyard by Marriott
-Hotel Indigo Edinburgh
-Premier Inn Edinburgh (York Place)

Tað ber sjálvandi til at bíleggja umvegis stóru hotell-bókingarsíðurnar ella umvegis Airbnb.

GG: Um tit ynskja at sleppa inn á hotellið/íbúðina, tá tit koma, mugu tit minnast til at gera avtalu um tað.

Líknandi tíðindi