Síggj dystin móti Hibs í Løkshøll ella á netinum

Einir 60-70 NSÍ-fjepparar vera á Easter Road í annaðkvøld, hóskvøldið, tá Hibernian FC tekur ímóti NSÍ í fyrsta undanumfari av Europa League 2018-19.

Tað ber tó eisini til at síggja dystin heima í Føroyum.

Ætlanin er at vísa dystin í Løkshøll. Og tað ber eisini til at streama hann á HibsTV, sum er at finna heimasíðuni hjá Hibernian hibernianfc.co.uk. Kostnaðurin fyri at streama dystin er £8,99 ella umleið 75 kr.

Dysturin byrjar kl. 19.45.

Líknandi tíðindi