Grein frá Vespuni, Bill Justinussen skrivar.

AT VERA NSÍ’ARI

Tað er ikki altíð lætt at vera NSÍ’ari. Sum liðformaður í 5. deild miðskeiðis í 90’unum var tað mín uppgáva at savna 11 mans til dyst. Serliga útidystirnir vóru ein avbjóðing, tí at taka ein leygardag fyri og annan eftir burturúr kalendaranum hjá vaksnum familjumonnum var ikki bara sum at siga tað.

 

Justinus bróðir málmaður

Serliga trupult var at finna ein málmann. Tann eina dagin vóru vit norðri á Eiði og spældu móti EB. Sjúrður Finnson plagdi at standa í málinum, men hendan dagin barst honum frá. Tí hevði eg fingið Justinus bróðir at standa í mál. Tá var hann væl hyldligari, enn hann er nú, vá upp ímóti hálvttriðja hundrað pundum.

Bróðir stóð seg rímiliga væl í málinum og hevði onkra kvalifiseraða bjarging. Men so hendi tað, at eiðismenn fingu brotsspark. Tað fór sjálvandi at vera trupult hjá Justinus bróðiri at tveita seg allan vegin út til stólparótina, og tí mátti okkurt annað vera til ráða at taka. Eiðismaðurin, sum skuldi taka brotssparkið, legði bóltin gramliga á brotssparksblettin. Allarhelst hevur hann hugsað, at hetta verður ein av teimum lættaru uppgávunum á vøllinum – at fáa bóltin framvið holdagóða málmanninum.

Men málmaðurin var ikki hvør sum helst. Hann var tikin úr leikum sum íspegil. Eiðismaðurin ger seg til, bakkar nøkur fet og skal til at fáa sær renningarlop. Nú hendir tað, sum fáur hevur sæð áður á leikvøllum. Málmaðurin lyftir blusuna upp og vísir sín bera bjølg. Síðani skumpar hann undir bjølgin, so hesin dandar so lystiliga aftur og fram. Eiðismaðurin er nú farin at renna fram móti bóltinum, men ávegis hyggur hann upp og sær í dandandi bjølgin á málmanninum. Eiðismaðurin missir alla luft og alla kraft úr kroppinum og fær eitt av teimum ringastu láturherindunum. Hann megnar so dánt at skumpa fótin undir bóltin, sum fer trillandi spakuliga inn móti málinum. Málmaðurin bjargar lættliga og seancan er av.

Hvussu dystinum síðani leið, hvat úrslit spurdist burturúr og annað, er alt gloymt. Tí brotssparkshendingin tók yvirskriftirnar og restin varð lukkuliga gloymd.

Justinus er framvegis NSÍ’ari og ger eitt megnar arbeiði fyri felagið. Ikki bara dystardagin, men gjøgnum alla vikuna er hann rundan um liðið og gagnar teimum á ymsan hátt. Takk fái hann fyri tað saman við so mongum øðrum, sum ofra seg fyri felagið.

 

Málmansstøðan

Kappingarárið hevur verið sjáldsamt, hvat málmonnum viðvíkur. Fram til seinnu hálvu hava vit havt ikki færri enn 4 málmenn knýttar at hópinum. Men tað hevur ikki verið ein ov nógv, tí tað hava eisini verið boð eftir okkara yngsta og evnaríka málmanni Eli Joensen. Man gjørdi sær sínar tankar, tá teir, sum ráða fyri borgum, vildu hava sáttmála við fýra málmenn frá kappingarbyrjan. Neyvan nakað annað felag er so væl postrað við klassa-málmonnum – og tó kundi tað verið heilt galið, um nevndin ikki gjørdi júst so, sum gjørt er.

Tað var meiri enn heppið, at okkara egni Tórður Thomsen tilvildarliga var tøkur at tørna til fyri NSÍ. Hann hevur verið okkum ein sannur fongur og ein sera tryggur aftasti skansi, sum í fleiri dystum hevur verið dystaravgerandi. So seint sum seinasta sunnudag kundi alt verið mist, um hann ikki var sum ein køttur í teimum doyggjandi minuttunum og stórbjargaði eini naskari roynd frá suðringum.

Seinastu tríggjar dystirnar er onki mál farið ígjøgnum. Tað er í sjálvum sær merkisvert og vert at byggja víðari á. Tá skal bara eitt mál til í hinum endanum fyri at taka stigini til høldar. Eins og tað lukkutíð hendi seinasta sunnudag.

NSÍ hevur ment nógvar góðar málmenn gjøgnum søgu felagsins. Tí er tað ikki meiri enn náttúrligt, at vit støðugt eiga Føroya besta málmann. Vit áttu hann í fjør og vit eiga hann aftur í ár.

Í dag eiga skálamenn tørn at fara ígjøgnum NSÍ kvørnina. Teir hava eisini ein góðan málmann, sum hevur sín uppruna í Føroya besta fótbóltsfelagi. Men okkara menn eiga at vita, hvussu man fær bóltin framvið honum.

Hóast tað til tíðir ikki er bara lætt at vera NSÍ’ari, er tað munandi lættari nú enn tað onkuntíð hevur verið. Sum liðið nú er mannað og sum vit nú spæla, er trupult at fáa eyga á nakað lið, sum kann taka stig frá okkum hiðani og til kappingin endar í oktobur.

Og latið okkum nú vísa treystu skálamonnunum, at vit hóast alt eru besta liðið í kommununi.

Líknandi tíðindi