Úr Vespuni, Súni Fríði Johannesen hugleiðir.

0

Minnir frá míni tíð sum ungur NSÍ leikari

80-ini

Undirritaði byrjaði at venja fótbólt við NSÍ í 1980. Tá var einki, sum kallaðist smápiltar. Tað byrjaði við piltum, smádreingjum, dreingjum, unglingum og so framvegis…

Á piltaliðnum kundi aldursmunurin á leikarunum vera nokkso stórur. Til dømis kundi ein 8 ára gamal leikari spæla saman við og ímóti leikarum, sum vóru 11 ára gamlir.

Venjari hjá okkum var Tummas Jacobsen (Tummas hjá Hennebeth) sum varð tilnevndur heiðurslimur hjá NSÍ í 2017.

Minnisríkur dystur við einum eyðmýkjandi úrsliti

Fleiri av teimum størru feløgum í Føroyum høvdu eitt A-lið og eitt B-lið tilmeldað í teimum ymisku deildunum. Soleiðis var eisini hjá okkum. Fyrstu mongu árini vóru liðini ikki deild upp í A-lið og B-lið; vit leiktu øll saman.

Einaferð fyrst í 80-unum skuldu B-piltarnir hjá NSÍ spæla í Havn móti HBa.

Tað var leygarmorgun, og vit skuldu avstað við Trónda av Toftakaj.

Vit vórðu koyrdir út á Toftakaj við bussinum hjá Svend Olsen, sála (Svend í Hjøllum). Okkara kendi skúlabussførari í fleiri ár, og nábúgvi hjá undirritaða.

Veðrið var einki serligt. Tað var sera ruskut í sjónum. Nógvir av leikararnum byrjaðu at fáa sjóverk, og Tummas hjá Hennebeth royndi sum frægast at ganga við spýggibakkum millum leikararnar. Teir, sum ikki høvdu sjóverk, vitjaðu Kioskina hjá Per Petersen (Per Borð) og keyptu sær okkurt gott.

Nakrir av leikarunum, sum vóru við hendan dystin, vóru: Sámal Hansen (Hjá Eli), Hans Petur Højgaard (hjá Hans Jacob), Kartin Hansen (hjá Gert), Øssur Johannesen (hjá Dia), Atli Johannesen (hjá Ingolf), og Thomas Arni Winterheig og fleiri aðrir.

Á veg niðan av Kongabrúnni funnu vit skjótt útav, at okkara einasti málverji, Atli Johannesen, var so illa fyri av baldruta siglitúrinum suður til Havnar, at hann sá seg ikki føran fyri at spæla dystin.

Í skiftingarrúminum avráddu vit tí, at undirritaði skuldi verða málverji í dystinum. Tað skal sigast, at eg var sera lítil á vøkstri, og ikki gjørdi tað betri at tað vóru tey stóru málini vit tosað um.

HBa hevði eitt fantastiska sterkt lið, við m.a. Allani Samuelsen og Boga Dam á odda.

Vit fingu oyruna totalt í HB maskinuna. Tá ið dysturin var liðugur var støðan 27-0 til HBa-piltarnar. Tað sigur nokkso nógv um, hvussu stórur munur var á liðunum báðum, at HB málverjin fór av vøllinum 15 minuttir fyri leiklok, tí hann skuldi við Smyrli til Suðuroyar. Eingin málverji kom inn fyri hann; tað var neyvan neyðugt, tí vit komu nærum ikki fram um miðjuna.

Allan Samuelsen, sum var ein fantastiska evnarríkur álopsspælari, skoraði heili 12 mál í dystinum. Allan er í dag betur kendur sum smílandi og fryntligi portørurin, og ikki minst eina av okkara størstu country-entusiastum og tónleikafyriskiparum.

Eftir dystin fóru allir leikararnir og venjari yvir á Loftið at fáa okkum grillmat. Loftið var yvirav Effo/Fast í Gundadali. Ella á ovaru hædd har hárfríkanarstovan AURORA heldur til í dag.

Tá ið vit vóru lidnir at eta, settu vit kósina oman á Kongabrúnna fyri at náa ferðamannaskipið Trónda. Næstan komnir oman á kajuna síggja vit, at Tróndur er við at bakka inn móti rampuni. Men við eitt fer ein sera kvikur maður rennandi framvið okkum, og hann ger ikki mætari enn at kasta fótbóltstaskuna hjá sær umborð, fyri síðani at gera seg kláran at leypa umborð á bátin. Men tá finnur hann útav, at báturin er ikki við at fara frá, men at hann ístaðin er við at leggja at. Hesin leikarin var sera skjóta HB-legendan, Gunnar Mohr, sum skuldi inn á Toftir at spæla dyst móti B68. Haldi, at hinir HB-ararnir, sum stóðu og bíðaðu nakað aftanfyri, høvdu hug at arga hann eitt sindur.

Unglingatíðin

Árini gingu og nógv ár eftir eyðmýkjandi 27-0 tapið í piltadeildini, blívu nakrir av hesum NSÍ-leikarnum størri og sterkari, og vóru saman við fleiri øðrum leikarum við til at byrja eitt sera spennandi tíðarsskeið hjá m.a. unglingaliðnum hjá felagnum, sum vann deildina í 1989 og 1990.

Hetta vóru serliga leikarar í árganginum 70, 71, 72 og 73.

Venjari var tann altíð harði og kompromisleysi Petur Mohr

Tað, sum serliga kann sigast um hetta unglingaliðið, sum vann FM í 1989 og 1990, var, at flestu av teimum størstu talentunum góvust at spæla fótbólt fyrst í 20-unum.

Stórsta stjørnan var Jan Berg Jørgensen.

Jan Berg Jørgensen var kanska, saman við Gunnar Mohr úr HB, skjótasti leikari, sum nakrantíð hevur leikt í bestu føroysku deildini. Tá havi eg enntá roknað Andreas Lava Olsen uppí.

Aðrir sera eyðsýndir leikarar á okkara unglingaliði í 1989 vóru: Jóan Petur Ludvig og Ólavur Jacobsen. Sera elegantir tekniskir leikarar, sum nærum ikki mistu eina temjing. Tað sá so sera lætt út, tá ið teir fingu ein bólt fyri føturnar. Tíverri góvust teir áðrenn vaksnamannafótbólturin ordiliga kom fyri seg.

Tosaði við kenda bygdamannin, og nú fjølmiðlamannin, Una Leitisstein Hansen ein dagin – um hesa tíðina við unglinginum hjá NSÍ, og hann segði nakað soleiðis um árið 1989 í unglingadeildini:

“Jan Berg Jørgensen var besti leikarin yvirhøvur. Hann kundi leikt á einum sera høgum støði um hann tímdi. Hann var skjótari enn allir. Hann var sterkur. Hann dugdi at avslutta. Hann hevði alt”. Man skuldi sjálvandi ikki gloyma, at Jan eisini hevði eitt væl skipað lið aftanfyri seg, við einari góðari blanding av talentum og arbeiðsmonnum”.

Hesir mannaðu unglingaliðið hjá NSÍ, sum vann FM í 1989:

Gunnar Hansen málverji

Verja:

Djóni Nolsøe Joensen

Ólavur Jacobsen

Sámal Hansen

Hendrik Egholm

Uni Leitisstein Hansen

Elnar Rasmussen

Miðja:

Súni Fríði Johannesen

Tummas Magnussen

John Jacobsen

Magnus Hansen

Jóan Petur Ludvig

Álop:

Eddie Mikkelsen

Jan Berg Jørgensen

Vit enda við einari stuttligari søgu frá Eystanstevnu á sumri 1989:

Vit høvdu vunnið 3-2 á KÍ í Klaksvík í einum sera avgerandi dysti. Millum KÍ leikarnar var Todi Jónsson. Málskjúttar hjá okkum vóru: Jóan Petur Ludvig, Jan Berg Jørgensen og undirritaði. Minnist, at Jóan Petur og Djóni spældu sín lívs dyst á avíkavist verju og miðvallarplássinum. Komnir heim til Runavíkar gekk leiðin beina leið oman á kajøkið, har stevnuhýrurin var uppá tað hægsta.

Boksibólturin:

Hvør minnist ikki boksibóltin, sum var eitt ”hit” á ymisku bygdastevnum, har ungdómar og vaksin, við at sláa til bóltin, fyri at fáa hann til “tops”, royndu sína styrki.

Tað vóru sera nógv fólk, sum høvdu sligið til hendan vælsignaða bólt, og eingin hevði megnað at sligið hann heilt til tops. Men har var ein suðringur, sum enn var klárt á fyrsta plássi, og líkasum bara bíðaði eftir, at hann hevði vunnið kappingina, og týðiliga reypaði av hesum. Men so kom maðurin, Kristian Einarsson (Kristian á Lotinum), rituvíkingurin, sum eg í mínum uppvøkstri upplivdi sum tann likamliga sterkasti persónurin, eg nakrantíð hevði arbeitt saman við. Tað var á flakavirkinum, Lynfrost, har vit millum annað arbeiddu í lastini, var nú komin úr egningarskúrinum, tí hann hevði hoyrt um hendan suðringin. Í sínari Mammut termotroyggju, byrjaði hann at førka seg yvir ímóti hesum boksibóltinum. Spenningurin øktist. Hann smoygdi sær fyrst ermarnar upp, áðrenn hann hann knallaði til boksibóltin, sum fleyg upp í topp.

Tá letur í Kristian Einarsson: Vælkomin til Eysturoynna!

 

Við ítróttarkvøðu

Súni Fríði Johannnesen

September 2018

Share.

Skriv et svar