Bárður Jógvansson Hansen heldur fram í gulum!

26-ára gamli Bárður Jógvansson Hansen hevur longt sáttmálan við NSÍ, soleiðis at vit framvegis fara at síggja kvika verjuleikaran í gulum. Nýggi sáttmálin er galdandi næstu tvey kappingarárini í 2019 og 2020.

Hóast sín unga aldur hevur Bárður drúgvar royndir bæði í landskappingini og á landsliðunum. Hann hevur spælt 218 dystir í bestu deildini og skotið 14 mál. Hartil hevur hann eisini spælt fleiri dystir á landsliðnum.

Ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes, fegnast um at Bárður heldur fram í NSÍ: – Bárður er ein týðandi partur av NSÍ-hópinum, ið vónandi enn einaferð tryggjar sær luttøku í Evropa næsta ár. Ætlanin komandi tvey árini er at koma víðari í Evropa og hartil at vinna felagnum fleiri heiðursmerki.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi