|

Framtíðin hjá Petur Knudsen er GUL!

Petur Knudsen hevur í kvøld longt sáttmálan við NSÍ.

Petur er ein av okkara ungu evnaríku talentum, sum hevur havt alla sína fótbóltsuppaling í NSÍ, ein sera sjónligur og evnaríkur leikari, sum í ár veruliga hevur verið ein sjónligur leikari i Betri deildini.

Higartil í ár hevur Petur skorað 7 mál í Betri-deildini, umframt at hann hevur havt fótin við í nógvum málum.  Umframt hettar hevur Petur verið partur av U21 landsliðinum hjá Føroyum, og neyvan gongur long tíð inntil hann er ímillum A-landsliðshópin. Petur hevur avgjørt evnini og viljan til tað, og er ongin ivu um at hann er eitt tað stórsta talenti í føroyskum fótbólti í løtuni.

 

Vit eru stolt av at Petur Knudsen framvegis verður NSÍ-ari, og ynskja honum bestu eydnu víðari í NSÍ.

Líknandi tíðindi