NSÍ-07 Vestur kl 15.00 í dag! Greinin frá formanninum til Vespuna!

0

Nú eru bert 4 dystir eftir í Betri deilidini á ár. Sigast má at seinastu dystirnir ikki hava gingið sum vit høvdu ynskt okkum. Vit liggja nú á einu 4 plássi í kappingini, og er hettar ikki tað sum vit høvdu vóna tá kappingarárið byrjaði. Sigast má at kappingarárið hjá NSÍ ikki hevur hilnast væl á ár. NSÍ var  uppskotið til ein FM kanditat í ár, av fleiri fótbólts áhugaðnum, men tíverri hava vit ikki megna at liva upp til hettar, hóast vit hava havt eitt gott og sterkt lið á pappírinum.

Nú vit fara í gongd við seinastu 4 dystirnar, so hevur tað sera stóran týdning at vit megna at vinna hesar seinastu dystir, fyri at enda kappingarárið væl. NSÍ hevur framvegis eitt Evropa Cup pláss at spæla um, og um alt gongur væl seinastu dystirnar, so kunnu vit enda á einum 2 plássi í Betri deilidini, hettar krevur tó at NSÍ megnar at vinna sínar dystir, samstundis sum at B36 snávar í onkrum dysti. Víkingur er 5 stig aftanfyri NSÍ á stigatalvuni, og tað hevur stóran týdning at vit halda Víking aftanfyri okkum, um vit skulu út í Evropa at spæla komandi ár.

Nú er tørvur á at øll NSÍ viðhaldsfólk og stuðlar standa saman um felagið, og stuðla og hjálpa okkara monnum. Vit hava tørv á NSÍ andanum hesar seinastu dystir. Vit eru øll NSÍ, og tað er BEINT NÚ AT BRÚK ER FYRI ØLLUM. Latið okkum øll somul saman stuðla okkara monnum, og hjálpa teimun at geva sítt allarbesta, so vit fáa enda hettar kappingarárið væl.

 

Dagsins dystur er ímóti 07 Vestur, sum stríðist fyri at yvirliva eitt ár avtrat í Betri deildini, men NSÍ kann ikki verða gávumildir á heimavølli í dag, vit hava tørv á at vinna dystin, og fáa hasi 3 stigini á konto. So vit eru ikki í gávuhyri í dag, men krevja ein sigur frá okkara monnum. Hóast tað so bjóða vit øllum vælkomnum til dagsins dyst, og vóna at vit fáa ein góðan og undirhaldandi dyst.

 

Góðan dyst øll somul.

 

SAMAN STANDA VIT STERK! KOYR Á NSÍ

 

Share.

Skriv et svar