Útlagin NSÍ-fjeppari í tvístøðu, grein frá Ingolf S. Olsen úr Vespuni.

Ingolf S. Olsen

Gamalt var, at reið ein á tveimum rossum, so var vandin stórur fyri, at skrevið skrædnaði. Men higartil hevur tað tó gingið hjá mær at hildið við bæði NSÍ og 07 Vestur, sjálvt tá bæði liðini, sum nú, hava spælt í bestu deildini.

Higartil hevur tað borið til, tí liðini bæði altíð hava barst í hvør sínum enda í deildini. NSÍ um heiðursmerki í betra endanum og 07 Vestur um yvirliving í hinum endanum.

Nú eri eg av tí slagnum, ið best dámar at fylgja við føroyskum fótbólti í útvarpinum. Teir tveir tímarnir sunnudag seinnapart eru vorðnir til eina heilaga fríløtu í bilinum; við snigilsferð saman við Súna Merkisstein og Jóannesi Jacobsen.

Alt ov spentur Hendingaferð oyðileggi eg mær eyguni við at kika eftir heimadystunum hjá 07 Vesturi úr stovuvindeyganum, men sera langt er ímillum, at eg eri í skýlinum ella standi á síðulinjuni.

Enn longri er ímillum, at eg eri við Løkin og hyggi at NSÍ.

Tað er ikki tí, at eg ikki unni mær eitt atgongumerki. Eg havi bara ikki nervar at vera ov nær orrustunum á vøllinum. Eg blívi ov spentur.

Nei, bestu dystirnir eru teir, eg hoyri í útvarpinum, meðan eg damli runt á føroysku vegunum og samstundis njóti vøkru náttúruna. Tá gerist eg eisini ofta ov spentur, men frægari er at gera sær fyri skommum framman fyri onkrari ær ella gás í vegjaðaranum heldur enn framman fyri einari fjøld av fótbóltsáskoðarum.

Tríggjar fótbóltsdagar um árið vildi eg tó fegin sloppið undan. Tað eru tær tríggjar ferðirnar, tá NSÍ og 07 Vestur bresta saman. Tá lurti eg ikki, men lúri bara av og á inn á portalarnar at kekka støðuna. Soleiðis verður eisini í dag.

Lagnufelagsskapur Men hvussu ber tað til, at eg enn er svorðin NSÍ-fjeppari eftir so nógv ár í útlegd? Við undantaki av tveimum árum fyrst í øldini, havi eg búð annaðhvørt uttanlands, í Havn ella í Sørvági tey seinastu stívliga 35 árini.

Og sjálvur havi eg absolutt ongantíð verið nakar gávaður fótbóltsleikari. Tann karrieran avmarkar seg til dystirnar á ovaru plen við Glyvra Skúla, har størsta ambisjónin var ikki at verða valdur síðst, tá lokalu stjørnurnar skuldu manna lið.

Nei, eg veit ikki, hvussu tað ber til. Men tað er ikki bara í fótbólti, at nalvastrongurin til heimstaðin enn er heilur. Eg kenni lagnufelagsskap við mínum gomlu bygdafeløgum í øllum lutum. Soleiðis er tað hjá mær og helst hjá fleiri við. Eg frøist, tá eg hoyri, at tað gongur onkrum her um leiðir væl; eisini um tað er onkur, sum eg nóg illa kenni. Tey eru hiðani, runnin úr sama jørildi sum eg. Tí haldi eg við teimum.

Og tí haldi eg við NSÍ!

Mannligt instinkt Tó at eg ikki veit tað, so eri eg rættiliga vísur í, at talan er um eitt urinstinkt, hetta at verða drigin at heimstaðnum alt lívið á tamb eins og laksurin, sum altíð ferðast aftur í ánna, har hann er gitin og klaktur.

Men vissuliga er hetta eitt urinstinkt, ið meira fylgir okkum monnum enn kvinnunum. Allir teir vinmenninir, sum eins og eg eru fluttir úr Runavíkar Kommunu fyri nógvum árum síðani, halda eisini við NSÍ enn. Onki annað kemur upp á tal.

Øðrvísið er við kvinnunum. Systrarnar hjá mær, til dømis, høvdu valla verið fyrsta biltúrin við einum fuglfirðingi, áðrenn tær gjørdust ídnir ÍF’arar. Tað hevði ikki komið fyri hjá einum mannligum NSÍ’ara.

Lagnudystir Well, eg kann møsna hetta til jóla, men sleppi helst ikki undan at taka støðu – hvørjum haldi eg so við í dag?

Hevði NSÍ enn havt ein møguleika at vunnið FM, var eg ikki í iva. So helt eg við teimum. Sama hvat tað galt um fyri 07 Vestur.

Men føroyameistaraheitið er longu farið til Havnar.

Og eg kenni meg rættiliga vísan í, at NSÍ, eisini við einum javnleiki í dag, fer at røkka einum plássi, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt.

07 Vestur stendur hinvegin á eggini at detta niður í 1. deild.

Teir kunnu bara partvíst avgera sína lagnu sjálvir, nevniliga við at halda fast í næstaftasta plássinum í Betri Deildini. Tí hava teir brúk fyri hvørjum stigi, teir kunnu fáa.

Tað stuttliga er, at lagnan hjá 07 Vestur í meira enn ein forstand liggur í hondunum, ella rættari gaggunum, hjá NSÍ. Ikki bara í hesum dystinum, men eisini í írestandi dystunum í 1. deild.

Tí 07 Vestur sleppur bert at spæla í bestu deildini aftur næsta kappingarár, um næstbesta liðið hjá NSÍ megnar at halda fast í triðjaplássinum í 1. deild, og 07 Vestur samstundis varðveitir sítt 9. pláss í Betri Deildini.

NSÍ berjist ímóti B 68 um triðjaplássið í 1. deild, so tað skuldi í øllum førum borga fyri, at motivasjónin har er upp á pláss.

Samanumtikið, ein javnleikur við Løkin hevði kanska ikki verið av vegnum í dag.

Líknandi tíðindi