U21: NSÍ vann 12-0 á Eb Streymi

U21 liðið hjá NSÍ vann í gjár 12-0 á heimavølli ímóti EB Streymi. EB-Sreymur var sum flest øll vita annað liðið (hitt liðið var HB) í steypafinaluni í ár, so sigast má at hettar var ein sera góður sigur. NSÍ liggur á 2 plássi í kappingini við 27 stigum fyri 11 dystir. AB er nr 1 við 34 stigum og hava leikt 12 dystir. Tað eru 3 dystir eftir at spæla i kappingini, og skal NSÍ spæla ímóti KÍ heima, Giza/Hoyvík heima, og so seinasta dyst á útivølli ímóti AB. AB er frammanfyri við 4 stigum, og hava 2 dystir eftir, sostatt hevur NSÍ brúk fyri at fáa hjálp frá KÍ (leika 8 oktober) um NSÍ skal hava møguleikan at vinna gull í U21 deildini, samstundis skal NSÍ vinna báðar sínar dystir.

 

Merkisvert er at í kappingini hevur AB vunni 3 dystir uttan at spæla, tí hini liðini ikki møta upp. Teir hava vunnið báðar dystirnar ímóti steypavinnaranum úr HB uttan at spæla, og vunni ímóti Giza/Hoyvík. Vónandi fara feløgini at leggja meira orku í at møta upp til dystir frammyvir, um tey ynskja at U21 kappingin skal verða áhugaverd, tí tankin er at hettar skal verða við at menna leikararnar. Kanska eigur FSF eisini at hyggja uppá hettar við leikdøgum, tí at leggja U21 at spæla mánadag hevur ikki rigga optimalt, tí at tá kunnu leikarar, sum hava spælt td leygardag við 1 deild, og so leika nakrar minnuttir við Betri deildini sunnudag, ikki leika við U21 mánadag, og sum skilst so hevur hettar verði ein trupuleiki fyri onkur feløg, tí at tey ikki hava fólkagrundarlag til hettar, tvs at tey mangla leikarar at manna U21..

 

Fyri NSÍ er onki annað at gera, uttan at trúgva uppá møguleikan, og kempa víðari. Okkara U21 dreingir hava verið fantastiskir í ár, bæði í U21 deildini, og ikki minst á 1 deild.

 

Koyri á dreingir!

 

 

Líknandi tíðindi