Áheitan um at gjalda limagjald, og melda seg til hesa skipan.

0

Góði NSÍ stuðul.

NSÍ er eitt sterkt felag, við sera nógvum góðum fólki, sum ger felagið sterkari. NSÍ ynskir at øll sum er góð við NSÍ eru limir í felaginum. Tí hava vit gjørt tað lættari hjá øllum at skráseta seg sum limir hjá NSÍ. Vón okkara er at fólk tekur væl ímóti hesi skipan, og at allir rættir NSÍ-arar tekna seg sum lim í felaginum.

 

Í eini roynd at lætta um umsitingina, hava vit tikið í nýtslu eina nýggja skipan, til innkrevjing av limagjaldinum.

Skipanin, ið eitur Fastgjald, er ein trygg skipan frá Elektron, til afturvendandi innkrevjing av limagjøldum og øðrum føstum gjøldum.

 

Um tú ynskir at skráseta einstakling (200kr árliga) trýst so her.

Um tú ynskir at skráseta hjún            (250kr árliga) trýst so her.

Um tú ynskir at skráseta húski          (300kr árliga) trýst so her.

 

P.s

Tá tú meldar teg til Fastgjald, so mást tú innlesa títt ptal. Ptalið verður ikki goymt, men verður bara brúkt til at tryggja, at tann peningastovnskontan, sum verður ásett, veruliga hoyrir til rætta persónin.

 

Saman standa vit sterk !

 

Share.

Skriv et svar