Landsliðið hjá monnum vitjar við Løkin tann 5 novembur!

0

Innbjóðing til landsliðsvenjing í Runavík

 

Mánadagin 5. november 2018 fer A landsliðið hjá monnum at hava eina venjing við Løkin í Runavík.

Í samband við venjingina vilja vit fegin bjóða øllum fótbóltsáhugaðum børnum til venjingina.
Vit byrja kl. 17:00, har landsliðsspælararnir koma hava nøkur stuttlig spøl saman við børnunum. Síðani er landsliðsvenjing á skránni kl. 18:00, har børnini hava møguleika at hyggja eftir venjingini.
Eftir venjingina skriva landsliðsspælararnir autografar og øll børini fáa sunkist frá MBM.
Tað er ókeypis at luttaka og øll eru vælkomin.
Møguleiki verður at keypa fjepparalutir í samband við tiltakið.

Share.

Skriv et svar