Christian Høgni – dagsins maður móti AB


Síðani dystin móti AB týskvøldið hava tit havt høvi at velja dagsins mann móti AB.

Nú atkvøðugreiðslan er stongd, liggur Christian Høgni Jacobsen á odda við 27% av atkvøðunum. Hann fekk íalt 46 av teimum 172 givnu atkvøðunum.

Nummar tvey og trý eru Klæmint og Jann Ingi við ávikavist 26% og 10%.

Klæmint er fyri fyrstu ferð í topp 3, og er tað annars at fegnast um, at tað júst eru í álopinum, at dagsins menn eru at finna. Hetta er kanska ein náttúrlig avleiðing av, at vit høvdu tað nógva spælið og trýstið á AB-málið týskvøldið. Ckristian Høgni og Jann Ingi vóru eisini í topp 3 seinast.

Hesa ferð var so stutt millum dystirnar, at tað bert hevur verið gjørligt at greitt atkvøðu í tveir dagar. Men kortini hava heili 172 atkvøtt.

Vit ynskja Christiani Høgna tillukku við heiðrinum, sum hann so dyggiliga hevur uppiborið fyri at taka ábyrgd á seg sum liðskipari og sum drívmegi í álopsspælinum.

Eftir dystin móti EB/Streymi í annaðkvøld verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.

[poll id=”4″]
[singlepic id=397 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=407 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=421 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=428 w=320 h=240 float=]

Líknandi tíðindi