Jóhan Troest Davidsen heldur fram í gulum

30-ára gamli verjuskansin heldur fram í NSÍ. Við sínum 276 dystum í Betri-deildini er Jóhan Troest Davidsen ein av okkara royndu leikarum, ið liðið verður bygt rundanum.

Jóhan hevur eisini spælt nógvar dystir á A-landsliðnum.

Hóast Jóhan fyrst og fremst er kendur sum ein dugnaligur verjuleikari, so er hann eisini málfarligur. Hann spældi 22 dystir í Betri-deildini í ár og skoraði 4 mál.

NSÍ missir onkran leikara, men flestu leikararnir halda tó fram í felagnum, og vónandi kunnu vit enda eitt pláss hægri næsta ár.

Saman standa vit sterk!

 

Myndina hevur frálíki myndamaðurin Hjalmar Jóhan Juul tikið.

Líknandi tíðindi