Oddur Højgaard skiftir í gult

0

29-ára gamli toftamaðurin hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ.

Oddur Højgaard hevur seinasta kappingarárið spælt við EB/Streymi, har hann hevur verið fastur maður í miðverjuni. Á Toftum spældi hann mest í verjuni, men eisini í álopinum. Oddur hevur eisini umboðað danska felagið B1908.

Oddur hevur spælt 109 dystir í bestu deildini, og hevur hann skorað 8 mál.

Ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes, sigur soleiðis um nýggja leikaran: – ‘Oddur er ein stórur og sterkur miðverji, ið hevur spælt ógvuliga væl í EB/Streymi í ár. Tá Jens Joensen herfyri boðaði frá, at hann fyribils gevst við fótbólti á hægsta stigi, so mettu vit, at neyðugt varð at styrkja verjuna, og valið fall á Oddur’.

Hópurin hjá NSÍ er ikki endaliga komin uppá pláss, og okkurt bendir á, at tað verða onkrar, men ikki stórvegis, broytingar afturat í hópinum.

Vælkomin til Runavíkar, Oddur!

Saman standa vit sterk.

 

Kelda: faroesoccer.com

Share.

Skriv et svar