Mr. NSÍ – Jonhard Hilmarson Hansen – verður 50 ár í dag!

0

Stóri NSÍ-fjepparin, nevndarlimurin, málmaðurin, venjarin, dómarin, hagtalsmaðurin, skemtarin og útvarpsverturin Jonhard Hilmarson Hansen verður 50 ár í dag.

Tað er trupult at hugsa NSÍ uttan at hugsa Jonhard. Flestu føroyingar, ið hava við fótbólt at gera, hava á ein ella annan hátt hitt Jonhard. Fryntligi maðurin stendur altíð klárur at skipa fyri kappingum við Løkin í Runavík. Ofta hevur hann leiklutin sum fyriskipari og venjari, og helst hevur hann skaffað dómaran eisini.

Hann er ótroyttiligur og gull verdur fyri NSÍ!

Jonhard hevur verið venjari hjá ymiskum liðum hjá NSÍ í umleið 30 ár. Hann hevur vant allar aldursbólkar hjá NSÍ, og tað kemur neyvan nakar spælari ígjøgnum skipanina hjá NSÍ, ið ikki onkuntíð hevur havt Jonhard til venjara.

Umframt at venja fleiri lið, so hevur hann eisini í áratíggju verið nevndarlimur í felagnum, har hann seinnu nógvu árini hevur verið formaður í ungdómsnevndini.

Jonhard er eisini hagtalsmaðurin hjá NSÍ, og tað er einki úrslit og eingin málskjútti, ið ikki er skrásettur í endaleysa arkivinum hjá Jonhardi á facebook. Hetta er til stóra gleði fyri allar NSÍ-fjepparar, ið dáma væl at fylgja øllum okkara liðum, frá U6 til besta liðið.

NSÍ ynskir at takka Jonhardi fyri fantastiska arbeiðið hann ger fyri NSÍ, og vit vóna at orkan er til nógv góð ár afturat. Tí satt at siga, so duga vit ikki at hugsa okkum eitt NSÍ uttan Mr. NSÍ, Jonhard Hilmarson Hansen.

Hjartaliga til lukku við degnum!

john og jonhard

Share.

Skriv et svar