|

Framtíðin er gul!

NSÍ hevur í kvøld skrivað undir sáttmálar við 6 ungar evnaríkar leikarar. Steffan Løkin (18), Pætur Skipanes (18), Sølvi Sigvardssen (18), Sjúrður Pauli Nielsen (18), Kári Hansen (19) og Atli Djurhus Petersen (18) hava allir skrivað undir 2-ára sáttmála við sítt barndómsfelag.

Formaðurin, Dánial Hansen, sigur við heimasíðuna, at felagið eisini ynskir skipaði sáttmálaviðurskifti við okkara ungu leikarar.

– Hesir ungu leikarar hava allir havt sína dagligu gongd á næstbesta liðnum hjá NSÍ, ið sum kunnugt endaði næstovast í 1. deild. Tað vil siga, at teir eru í veruleikanum klárir til at flyta upp í bestu deildina. Hóast 1. deildarliðið av givnum orsøkum ikki hevur møguleika at flyta upp, so hava hesir nú møguleikan at spæla seg inn á besta NSÍ-liðið, sigur Dánial Hansen.

Tað eru sjálvandi nógvir leikarar um boðið til besta liðið hjá NSÍ, men við hesum sáttmálunum hevur NSÍ lagt fótbóltslívið hjá ungu monnunum í eina trygga legu, har teir fáa góðar venjingarumstøður. Ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes, sigur, at NSÍ leingi hevur arbeitt við hesi ætlan, og at seinasti sáttmálin við ungar leikarar ikki er skrivaður.

– NSÍ hevur altíð givið ungum monnum møguleikan á besta liðnum. Tað kann sjálvandi taka eina tíð, áðrenn 18 ára gamlir leikarar spæla seg fastar á besta liðið, men nú hava teir so møguleikan undir skipaðum viðurskiftum. Tað er nú upp til hvønn einstakan leikara at prógva, at høvuðsvenjarin eigur at geva teimum møguleikan, sigur Eyðstein Skipanes.

Sjúrður Pauli Nielsen og Pætur Skipanes fingu sínar fyrstu minuttir á besta liðnum farna kappingarár, og teir gjørdu beinanvegin sína ávirkan galdandi. Eitt nú tók tað bara nakrar fáa minuttir hjá Pæturi at skjóta sítt fyrsta mál í bestu deildini!

Vit ynskja hesum ungu monnunum hjartaliga til lukku við sáttmálanum, og vónandi er hetta bara tann fyrsti av fleiri.

Framtíðin er av sonnum gul!

Saman standa vit sterk.

Líknandi tíðindi