|

Danial Danielsen sín fyrsta sáttmála, og Andras Gango málmansvenjari.

Dánial Danielsen hevur í kvøld skriva undir sáttmála við NSÍ. Ungi evnaríki málmaðurin leikti í 2018 við U17 landsliðnum hjá Føroym, hann er 16 ára gamal, og er eitt av nógvum stjørnusskotum á veg upp ígjógnum ungdómsrekkjurnar í felaginum. Vit ynskja Danial hjartaliga tillukku við sínum fyrsta sáttmála við NSÍ, og ynskja honum bestu eydnu í framtíðini.

 

Eisini er greitt at Andras Gango kemur at verða málmansvenjari í felaginum. Andras Gango kemur at hjálpa Jens Martin Knudsen at venja málmennirnar í vaksnamannarekkjunum, og kemur Andras Gango eisini at verða málmansvenjari hjá málmonnum í ungdómsdeildini hjá NSÍ. Sostatt hevur felagið nú góðar venjara og málmansvenjarar til allar okkara leikarar. Vit ynskja Andras Gango tillukku við sáttmálanum, og ynskja honum góða eydnu í starvinum.

Líknandi tíðindi