Enn ein sigur! NSÍ-EB/STREYMUR 2-1

1

Spenningurin undan dystinum í dag var øgiligur. Flestu okkara hildu nokk, at vit høvdu funnið uppskriftina undan dystinum móti HB. Har kiksaði í endanum, men móti AB riggaði hon til fulnar, og í dag skuldi hon standa sína roynd móti einum sera sterkum liði – EB/Streymi, sum eisini hevði stóran tørv á øllum stigunum.

Og hvat er tað so, sum vit hava lært. Jú, tað er, at vit skulu stýra spælinum frá byrjan, at allir sum ein mugu stríðast allar 90 minuttirnar og nakað væl aftrat, og at vit ikki mugu missa mótið, um bólturin ikki vil inn ta fyrstu langu løtuna. Og so var eisini í dag.

Somu 11 byrjaðu inni, sum í Havn móti HB og við Løkin móti AB: András, Jónhard, Jóhan, Jens, Einar, Jústinus, Jann Ingi, Jann Martin, Heðin, Christian Høgni og Klæmint.

Samanumtikið var dysturin sera spennandi við nógvum hálvum og heilum kjansum. NSÍ hevði tað nógva spælið, men EB/Streymur vóru sera beinleiðis, tá teir lupu á.

Fyrstu 10 minuttirnar hevði NSÍ meiri av spælinum. Heðin var eyðsýndur. Men samstundis var Gudmundur Nielsen skjótur í kontraálopunum fyri EB/Streym í høgra borði.

Í 11 min. hevði Jústinus eitt gott skot uttanfyri 16 m eftir eitt fríspark hjá NSÍ í vinstru síðu, og í 13 min. royndi Heðin seg við einum høvdara afturum eftir innkast frá Einari, men Tróndur bjargaði á strikuni.

Í 22 min. royndi Arnbjørn seg við einum saksasparki uppum NSÍ málið.

Um miðjan fyrra hálvleik gjørdist spælið meira fysiskt. Pætur Dam Jacobsen hevði einar tvær harðar taklingar, men ístaðin fekk Jann Martin fyrsta gula kortið fyri eina ov seina takling.

Í 20. og 22 min. hevði NSÍ frísparksroyndir uttan úrslit. Fleiri horna vóru eisini báðar vegir. NSÍ var naskari hesa løtuna, og endaði tað við, at Klæmint fluktaði bóltin á stongina í 32 min. eftir gott álop í høgru síðu. Christian Høgni fylgdi upp, men bjargað varð á strikuni.

Stríðið stóð um miðjuna av vøllinum, men kjansir komu báðar vegir. Tó hevði NSÍ seinasta pressið í hálvleikinum. Hálvleikstøðan var 0-0.

Longu frá byrjan av seinna hálvleiki sást, at bæði liðini vildu hava øll stigini úr dystinum. í 47 min. høvdaði Arnbjørn á tvørtræið. Í 48. og 49 min. royndu Klæmint og Christian Høgni seg við skotum uttan úrslit.

Men í 54 min. bragdaði. EB/Streymur var í álopi. Christian Høgni fekk bóltin aftanfyri miðjuna og herjaði á nakað til vinstru fyri miðjuna. Jann Ingi rann alt, hann orkaði, fyri at fylgja við mitt fyri. Men Christian Høgni fór allan vegin fram við eini trimum verjuleikarum og endaði við at runda málmannin. 1-0 og eitt sera vakurt mál. Tað var kanska lagnunar speisemi, at tað ikki hevði eydnast NSÍ at spælt seg ígjøgnum, meðan EB/Streymur meiri satsaði uppá kontra, og so skoraði NSÍ júst uppá kontra.

Klæmint hevði ein kjans aftrat í 56 min., og í 59 min. varð aftur høvdað á tvørtræið eftir gott arbeiði hjá Heðin í vinstru síðu.

EB/Streymur hevði eina vandamikla frísparksroynd í  61 min., men András bjargaði væl úti við stongina.

Klæmint var eyðsýndur og fekk fyrst strítt seg til eitt horna í 66 min., og longu minuttin seinni rundaði hann málmannin, ið feldi hann. Christian Høgni setti brotssparkið ósvikaliga trygt í netið til høgru fyri málmannin, ið fór til vinstru. 2-0.

EB/Streymur byrjaði nú at síggja álvaran í støðuni. Egil á Bø kom inn í 72 minutti. Og longu í 73 min. fekk EB/Streymur mál. Bólturin kom inn í 16 m og millum vinir og fíggindar endaði tað við, at Arnbjørn Hansen koyrdi hann um strikuna til 2-1. EB/Streymur hevði nú bæði frísparks- og hornaroyndir.

Ólavur kom inn fyri Christian Høgna í 82 min. og Karoly kom inn fyri Jann Martin í 89 min. Nú ráddi um at binda fyri. EB/Streymur trýsti øgiligt teimum so líkt, men okkara menn royndu at flyta bóltin upp á vøllin og burtur av vandaleið.

Eftir 94 min. varð loksins blást av, og sigurin varð veruleiki.

Landsliðsvenjarin, Brian Kerr, hevur ivaleyst sæð ein sera opnan og spennandi dyst í kvøld, har NSÍ nokk arbeiddi meira fyri sigrinum, men har EB/Streymur hevði nógvar møguleikar eisini. Alt í alt ein fínur dystur, ið endaði júst sum han skuldi – fyri okkum sjálvandi.

Hendan so avgerandi vikan fyri okkum gav fulla úrtøku. Vit fegnast sjálvandi um stigini, men størri týdning hevur tað kanska, at liðið spælir væl, stríðist væl og trýr uppá sakina. Við hesum spælinum kunnu vit vinna á einumhvørjum liði.

Næsta avbjóðingin er á Toftum komandi mikukvøld kl. 18.30.

NSÍ-EB/Streymur 2-1 (0-0)

54 min. 1-0: Christian Høgni Jacobsen

68 min. 2-0: Christian Høgni Jacobsen (brots.)

73 min. 2-1: Arnbjørn Hansen

Liðið: András, Jóhan, Jens, Einar, Jonhard, Jústines, Jann Ingi, Jann Martin (89 min. Karoly), Heðin, Christian Høgni (82 min. Ólavur) og Klæmint. Á beinkinum uttan at koma inn: Debes, Erland og Kristian.

Share.

1 kommentar

  1. FANTASTISKT !!! Gott kempa dreingir!! Miðan var betrið við seinna hálvleik, og har skulu Jan Ingi og Jústinus fáa eitt herðaklapp frá mær, og eg ivist ikki mongum øðrum fyri gott og fyrimyndarligt spæliskil, róligir, ongantíð í panik ! Fantastiskt ! Hettar var kærkomi !! 😉

Skriv et svar