Nevndin hevur skipað seg.

Í kvøld hevði NSÍ aðalfund í hølinum. Ein útskifting var í starvsnevndini. Arnfinn Langgaard valdi at takka fyri seg í nevndini, og í hansara stað bleiv Bjartur Nolsøe valdur.

 

Starvsnevndin skipaði seg aftaná fundin. Dánial Hansen heldur fram sum formaður, Oddfríður Gaardbo næstformaður, Bjartur Nolsøe kassameistari, Oddvør Jacobsen skrivari og Bergmann Finnsson nevndarlimur. Eykalimirnir halda fram, og tað er Ann Mari Nolan og Jóna Kristiansen.

 

Ungdómsdeildin sær soleiðis út: Jonhard H Hansen, Tanja Huneck,  Guðrun av Reyni, John Mikkelsen og Búi Uni Jensen. Eykalimir eru Ragnhild Knudsen og Hertha Olsen.

 

 

 

Líknandi tíðindi