Justinus Justinussen 50 ár

Fryntligi NSÍ-fjepparin Justinus Justinussen verður 50 ár í dag.

Justinus brúkar og hevur brúkt óteljandi tímar sum hjálparfólk í ymiskum leiklutum fyri NSÍ. Justinus hevur í fleiri ár verður fastur maður í NSÍ-hølunum, tá dystir og venjingar eru. Eisini hevur hann skipað fyri hugnaløtum, eitt nú tá HM-dystir vóru á skránni seinasta summar.

Umframt hetta hevur Jústinus verið við til at fyriskipa óteljandi veitslur, so hansara partur liggur ikki eftir, tá tað kemur til at skapa hugna og trivna í og umkring NSÍ.

Vit øll í NSÍ vilja við hesum ynskja Justinus Justinussen hjartaliga til lukku við stóra degnum, og vit síggja fram til nógvar góðar løtur saman við Løkin.

Mynd: Juul’s Foto

Líknandi tíðindi