|

Óli Højgaard Olsen skriva undir við NSÍ

Óli Højgaard Olsen hevur í kvøld skriva undir sáttmála við NSÍ. Óli hevur leikt íalt 118 dystir í Betri deildini umframt fleiri dystir í 1 deild. Óli er ein royndur og dugnaligur leikari sum nú skiftur frá B68 til NSÍ. Samb faroesoccer hevur hann skotið 81 mál í heimligu kappingunum. Óli hevur sera góð fótbóltsevnir og máltev, og kunnu vit nú fegnast um at Óli Højgaard Olsen kemur at leika í tí gulu blusini í 2019.

 

Vit ynskja Óla hjartaliga vælkomnan til NSÍ, og ynskja honum tillukku við sáttmálanum.

Líknandi tíðindi